Seks dripin í skotbardaga í týskum býi

Týska løgreglan skrivar á Twitter, at fleiri eru særd og »allarhelst deyð« í einum bygningi í býnum Rot am See í Suðurtýsklandi í statinum Baden-Württemberg.

Týska tíðindastovan dpa endurgevur ónavngivnar keldur fyri at siga, at seks fólk eru deyð. Tíðindamiðilin Focus Online skrivar, at seks fólk eru deyð. Blaðið skrivaði tó seinni, at talið av deyðum var minni.

##med2##

Løgreglan skrivar í einum tweeti, at illgerðarmaðurin er handtikin. Tað er óvist, um fleiri hava verið saman við honum. Illgerðarmaðurin skal hava kent ofrini frammanundan.

Skottilburðurin fór sambært Focus fram í einum bygningi í Bahnhofstrasse í miðbýnjum í Rot am See.

Nógv løgregla er farin á staðið.

##med3##

Sambært fyribils fráboðanum er talan um eina persónliga uppgerð.

##med4##

Løgreglan í grannabýnjum Aalen sigur, at tamarhald er á støðuni, og at einki bendir á, at fleiri persónar hava verið við í skotbardaganum.

Rot am See liggur umleið 100 kilometrar vestan fyri Nürnberg. Lítli býðurin hevur umleið 5.000 íbúgvar.

/ritzau/Reuters