Semja: Als skal fáa endurgjald fyri rokningina

Tað er stór semja í Løgtinginum um, at nú skal landskassin taka um endan

 

 

Tann serliga korona-skipanin hjá Als skal halda fram til tann 31. august. Tað stór semja um í Løgtinginum.

Annars fer skipanin úr gildi 30. juni, men landsstýrið hevur biðið um heimild til at leingja hana til 31. august.

Men tað er stýrið í Als ímóti, tí tey halda, at tað bindur starvsfólk til arbeiðsgevarar, sum einki arbeiða hava til tey. Samstundis fáa arbeiðsgevarar, sum mangla fólk, ikki fólk.

Samstundis hava 31 fakfeløg boðað frá, at tey eru samd við stýrið fyri Als – og annars halda tey ikki, at Als skal rinda meiri av rokningini fyri korona.

Og tað er Vinnunevndin hjá Løgtinginum samd um.

– Vinnunevndin heldur tað vera rætt, at landskassin nú tekur um endan, og fíggjar tað, sum tað kostar at leingja skipanina til 31. august, sigur ein samd nevnd.

Tey vænta, at hetta fer at kosta umleið 20 milliónir krónur og nú er uppskot eisini lagt fyri Løgtingið um at játta pengarnar, sum Als skal fáa í endurgjaldi.

Samstundis verður tað ikki loyvt at siga fólki upp, meðan tey eru í koronu-skipanini og sostatt skal arbeiðsgevarin sjálvur gjalda fulla løn í uppsagnartíðini. Tí vænta tey í Vinnunevndini, at arbeiðsgevarar, ið vita, at tørvur ikki verður á starvsfólkunum aftan á uppsagnartíðina, taka tey úr koronuskipanini, og siga tey fólk úr starvi, so at tey kunnu finna sær eitt annað starv.