Senatið noktar at krevja teldupostar frá Hvítu Húsunum

Senatið í USA vísti í gjár aftur fleiri uppskot frá Demokratunum um at krevja skjøl og prógv løgd fram í ríkisrættarmálinum ímóti Donald Trump, forseta.

Í trimum ymsum uppskotum um at lata telduposta og onnur skjøl í málinum frá Hvítu Húsunum hevur Senatið atkvøtt ímóti.

Tað var við atkvøðunum 53 ímóti 47. Allir teir 53 republikanararnir Senatinum, sum hevur 100 sessir, fylgdu flokslinjuni í øllum atkvøðugreiðslunum.

Samstundis hevur Senatið víst aftur, at fíggjarætlanarstjórin í Hvítu Húsunum, virkandi stabsstjóri Mick Mulvaney, kann vitna í ríkisrættarmálinum ímóti Trump.

Tíðindastovan Reuters lýsir úrslitið sum »eitt greitt tekin um, at málið fer at hald fram í eini kós, sum er til fyrimun fyri Trump«.

/ritzau/Reuters