Senda fólk til húsar – og restin fer niður í løn

Inntøkurnar eru burtur, sigur stjórin

Seinastu tvær vikurnar er tað vorðið alt meira og meira greitt, at Korona-farsóttin heur rakt flogvinnuna ógvuliga meint. Og tað hevur hon eisini gjørt í Føroyum

Samstundis hevur løgtingið samtykt ein hjálparpakka við tí endamáli at tryggja fólki, sum verða send til hús, eina inntøku

Seinasta mikudag gavst SAS við allari flúgving til Føroya og Atlantsflog hevur boðað frá, at hesar næstu vikurnar verður eisini teirra flúgving avmarkað til ein túr til Keypmannahavnar og aftur mánadag, mikudag og fríggjadag. 

Tyrluflúgvingin verður somuleiðis skerd til einans mánadag og fríggjadag.

– Hesar umstøður hava sjálvandi við sær, at hvørki flogfeløg ella flogvøllir hava nakrar inntøkur, sigur leiðslan á flogvøllinum í Vágum.

– Flogfeløg, gistingarhús og onnur í ferðavinnuni fáa avlýsingar í hópatali, og tí bendir alt á, at ferðavinnan kemur at hava trong kor komandi mánaðirnar, leggja tey afturat.

– Seinastu dagarnar hava vit viðgjørt støðuna, og tað stendur púra greitt, at fyri at tryggja búskaparliga grundarlagið hjá Vága Floghavn, er neyðugt at laga virksemið til støðuna, sigur Regin Hammer, nevndarformaður í Vága Floghavn í eini fráboðan í morgun. 

Fyribils eru krepputiltøkini galdandi fram til 30. apríl, men hetta merkir, at flogvøllurin verður bara opin mitt um dagin og starvsfólkatalið verður skert so nógv sum tilber. 

Skerjingarnar í upplatingartíðum merkja, at tey starvsfólk, sum eru eftir fara niður í arbeiðstíð, og sostatt eisini niður í løn. 

Samstundis arbeiðir Vága Floghavn við at tryggja starvsfólkunum fíggjarliga hjálp fyri lønarmissin gjøgnum almenna hjálparpakkan.

Tey siga, at hesi krepputiltøk fevna eisini um leiðsluna í Vága Floghavn, sum eisini fer niður í løn, og nevndin í felagnum fær heldur onga samsýning fyri mars og apríl.