Serligar reglur um próvtøkur orsakað av covid-19

Landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, skal gera serligar reglur um próvtøkur, nú øll skúlagongd er vorðin ávirkað av koronasjúkuni

– Tað er ikki long tíð til, at próvtøkur eftir ætlan skulu fara í gongd, og tí er tað týdningarmikið fyri allar partar, at tey fáa boð sum skjótast, um hvussu arbeitt verður, so tey kunnu tillaga og fyrireika seg eftir tí, skrivar mentamálanevndin í áliti til løgtingið, sum tingið samtykti í gjárkvøldið.

Mentamálanevndin heitir á landsstýrismannin við mentamálum um, at greiðar mannagongdir og kunning viðvíkjandi próvtøkum verða givnar sum skjótast, soleiðis at skúli, starvsfólk og næmingar kunnu tillaga sína ætlan eftir tí.

Landsstýrismaðurin kann við heimildini strika próvtøkurnar, og ístaðin seta ársmet inn sum próvtøkumet. Mest umráðandi er, at fyriskipanirnar taka atlit til rættindi og avbjóðingar hjá hvørjum einstøkum næmingi. Um próvtøkur og uppgávur verða strikaðar ella útsettar, og ársmet verða nýtt ístaðin til upptøku á miðnámsskúlum, eigur møguleiki at vera fyri einum serligum ummæli frá skúlum/lærarum fyri næmingar, ið liggja á markinum at lúka krøvini.

Hetta fyri at næmingar ikki detta niðurímillum, og møguleikar ikki verða tiknir frá teimum, nú teir ikki kunnu betra um próvtøl gjøgnum próvtøkur, skrivar Mentamálanevndin í álitinum.

Tá tað kemur til miðnámsskúlar, so er umráðandi, at næmingarnir har vera javnsettir við teir í grannalondum, og hava allar møguleikar og somu treytir til víðari lesnað, ið annars undir vanligum umstøðum eru galdandi. Tí er umráðandi, at vit fylgja tætt við í, hvussu grannalond okkara skipa seg nú og tillaga okkum, so miðnámsskúlanæmingar kunnu fara undir víðari lesnað eftir lokna útbúgving. Eisini skulu miðnámsskúlanæmingar hava møguleika til at betra um próvtøl, nú próvtøkur ikki vera.

Atlit eiga at verða tikin til, at starvs- og sáttmálaviðurskifti hjá lærarum í sambandi við broyttar undirvísingar- og próvtøkutreytir verða tryggjað. Tá tað kemur til yrkisútbúgvingar, so koma sveinaroyndir ikki undir hesa heimild, ið skal veitast landsstýrismanninum.

Nevndin heitir á landsstýrismannin, at tað sum skjótast verður fingin greiða á, um hvussu sveinaroyndir skulu skipast, um tær eisini vera ávirkaðar. Har eru tað næmingar, eins og í øðrum útbúgvingum, ið hava ætlanir til víðari lesnað, og tískil mugu hava staðið sveinaroynd, um tey skulu sleppa inn á hægri lærustovnar, til dømis Vinnuháskúlan.

Sveinaroyndir hava eisini týdning fyri starvs- og lønarviðurskifti hjá tí einstaka. Tískil er tað av alstórum týdningi, at greiða fæst á hesum eisini. Nevndin hevur undir hoyringunum ummælt, hvussu talgildir pallar kunnu verða nýttir til próvtøkur. Hoyringarpartar hava nevnt tað sum møguleika, at munnligar próvtøkur kunnu takast gjøgnum talgildir miðlar fyri at forða smittuspjaðing. Nevndin mælir til, at landsstýrismaðurin saman við øllum avvarðandi pørtum umrøður henda spurning.

Mentamálanevndin hevur viðgjørdi málið á fundi í gjár. Undir viðgerðini hevði nevndin fund við Føroya Lærarafelag, Skúlaleiðarafelagið, Felagið Heim og skúli, Yrkisfelagið Miðnám og landsstýrismannin við uttanríkis- og mentamálum.

Ein samd nevnd tók undir við at geva landsstýrismanninum heimild til at seta í verk serligar reglur um próvtøkur orsakað av covid-19.

Løgtingið samtykti uppskotið.