Sernámsfrøðiliga øki

Hóast játtanin til sernámsfrøðiliga øki er hækkað seinastu fýra árini, so er langt eftir á mál, at sernámsfrøðilig tilboð eru til øll, ið hava tørv á tí.

Sernám tryggjar, at lógarbundnu sernámsfrøðiligu uppgávurnar verða framdar og skal taka sær av arbeiðsuppgávum, sum hava samband við og eru týdningarmiklar fyri at fremja tær lógarásettu arbeiðsuppgávurnar. Sernám hevur neyvt og regluligt samstarv við almanna- og heilsuverkið um felags áhugamál og viðskiftafólk. Játtanin til Sernám verður nýtt til sernámsfrøðiliga og sálarfrøðiliga kanning og ráðgeving, til tali-, hoyri- og lesikanning, ráðgeving og viðgerð, fysio- og ergoterapeutiska kanning og til ráðgeving til børn og ung.  

Sernámsfrøðiligar førleikastovur eru skipaðar, har serlærarar, lesivegleiðarar, orðblindalærarar, akt-lærarar og støddfrøðilærarar eru tilknýttir.

Sernámsfrøðiliga virksemi í fólkaskúlanum er skipað við serundirvísing, til sernámsfrøðiligan stuðul og til praktiskan stuðul í skúlatíð.

Játtan er fingin til fólkaskúlan til málsviðgerð av heima- og sjúkraundirvísing, sum er vegna sálarfrøðiligar og/ella sosialar trupulleikar.

Sernámsfrøðiligar tænastueindir eru skipaðar í økjum kring landið í samstarvi við kommunurnar. 

Lopfjølin er partur av breiða tilboðsútboðnum hjá  Skúlanum á  Fløtum. Hetta tilboðið er til børn og ung í 7. 8. og 9. flokki við skúlaaftran. Talan er um samstarv ímillum Mentamálaráðið, Tórshavnar Kommunu, Sernám og Skúlan á Fløtum.

Orsøkirnar til, at hesi ungu aftra seg við fólkaskúlan, kunnu vera svárar  avbjóðingar, ið hava við sær, at tey ikki megna at koma í vanliga skúlan. Tískil fáa tey heima- ella sjúkraundirvísing.

Lopfjølin kann longu vísa á góð úrslit, har meginparturin av næmingunum hava fingið fráfaringarskjal og eru farnir víðari á miðnámsskúla ella í arbeiði. Næmingarnir hava í miðal  verið um 14  ára gamlir, tá teir eru byrjaðir á Lopfjølini. 

Hetta tilboðið eigur sjálvsagt at halda fram, og upplýsast skal um tilboðið. At tímatalið til lærarar og námsfrøðingar eigur at hækka, og at tilboðið eigur at víðkast til næmingar í enn lægri flokkum.  Somuleiðis eigur samstarvið millum Lopfjølina og upprunaskúlan hjá børnunum at verða gott, so møguleikin fyri, at tey kunnu  fara aftur í sín egna flokk, tá tey hava fótað sær, veksur.

 

Mentamálaráðið er við í einum norðurlendskum samstarvi undir Norðurlandaráðnum, nevnt 0-24, sum snýr seg um vitanardeiling, umframt tvørgeiraligt og tvørfakligt samstarv um sosialar og sálarligar avbjóðingar á skúlaøkinum. Lopfjølin er við sum føroyska verkætlanin hjá Mentamálaráðnum, og tað er í hesum sambandi, at fígging er fingin til at gera eftir

 

Øll ung í Føroyum skulu hava tilboð um eitt miðnámsskúlatilboð uttan mun til førleikar. 

Rætturin til útbúgving er staðfestur í ST- sáttmálanum um rættindi hjá teimum, ið bera brek, har § 24 um útbúgving ásetir, at øll hava rætt til skúlatilboð í vanligu skúlaskipanini.

Sum støðan er í dag, vanta skúlatilboð til ung við serligum tørvi.

Arbeiðið at skipa fleiri serliga skipað tilboð á miðnámi fyri ung við serligum tørvi er byrjað m.a. við einum serflokki innan autismuøkið á Glasi og serflokki á miðnámi í Kambsdali. Hesi tilboð skulu víðkast, so at øll ið søkja inn fáa lestrarpláss.

Skúla-, frítíðar- og bútilboðið Rásin hevur virkað síðani 2002 og hetta tilboð skal víðkast, so at fleiri kunnu fáa gagn av tilboðnum, og at møguleiki skal vera fyri at taka næmingar inn hvørt ár.

Tann góða tilgongdin snýr seg um at skipa eina góða tilgongd fyri børn við autismu og familjur teirra. Hetta serliga í mun til samstarv við almennu myndugleikar soleiðis, at tænastan er greið og samskipað.

Arbeiðið at skipa góðu tilgongdina hevur verið sermerkt á tann hátt, at brúkarin hevur verið við í øllum arbeiðinum, og útgangsstøði hevur verið tikið í familjuni, heldur enn myndugleikunum.

Henda tilgongd skal víðkast til enn fleiri málbólkar. Góðar afturmeldingar eru um hesa tilgongd, og tíðin er komin, at onnur eisini fáa ágóðan.

Neyðarróp frá foreldrum og avvarandi at børnum og ungum ið hava serligan tørv er gerandisdagur. Vit ið bjóða okkum fram at stýra tjóðini verða noydd at gera nakað munagott sum skjótast. Ikki nyttar at seta fleiri arbeiðsbólkar, álit oman á álit eru skrivað um hetta øki. Tað minsta vit kunnu bjóða hesum foreldrum og avvarandi  eina loysn. 

Foreldur og avvarandi at børnum og ungum við serligum tørvi eru í stórum vandabólki fyri at fáa strongd. Oftast eru hesi foreldur sera sterk, men um tey ferð eftir ferð rena seg móti einum múri av málsviðgerð og bíðirøðum, so er vandi fyri, at tey fara av arbeiðsmarknaðinum orsaka av varandi strongd, og enn verri eru nøkur, ið flyta av landinum. Tá hava vit einki vunnið, og samfelag okkara verður fátækari.