Seta mark fyri jólaborðhaldini

Landsstýrið setir nú eitt mark fyri, hvussu nógv fólk skulu vera á jólaborðhaldinum í ár

 

 

Landsstýrið hevur havt tíðindafund um koronu í morgun. Frá vinstru, Kaj Leo Hol Johannesen, landsstýrismaður, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Bjarni á Steig, yvirlækni

Landsstýrið hevur havt tíðindafund um koronu í morgun. Frá vinstru, Kaj Leo Hol Johannesen, landsstýrismaður, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Bjarni á Steig, yvirlækni

Tað er ongantíð í árinum, at fólk koma so nógv saman, sum á jólum, ikki er tað hvørt einasta vikuskiftið, at fyritøkur, bindiklubbar, felagsskapir, vinaskarðar, og onnur, hava jólaborð.

– Hetta er ein tíð, sum er meiri enn nakað annað, er merkt av hugna og samveru ímillum fólk, og sum lýsir upp í hesi myrku tíðini, sigur løgmaður.

typo3/index.php?route=/main&token=db0c5bdf12e73184380abf4af0cb5e8ab02f75e5Les eisini: Føroyingar skulu ikki fara uttanlands at ferðast

Men slíkar veitslur kunnu vera rættiligar smittubumbur og tað eru dømi um, at tað nettupp er í veitslum, at vandin er størstur fyri, at korona fer at breiða seg.

Og tí fegnast løgmaður um, at nógvar stór arbeiðspláss, og fyriskiparar, hava gjørt av avlýsa jólaborðhaldið í ár, og aðrastaðni hava  býtt jólaborðhaldi sundur í bólkar, so at tað ikki eru so nógv fólk á hvørjum jólaborðhaldi.

https://www.in.fo/longri-grein-detail-view/news/ein-serlig-aheitan-a-foeroyingar-sum-koma-heim-a-jolum/Les eisini: Ein serlig áheitan á føroyingar sum koma heim á jólum

Hetta ber boð um, at vit hugsa um tilmælini frá myndugleikunum, og tað er besta trygdin ímóti, at korona fer at breiða seg.

Løgmaður hevur eisini álit á, at vit brúka vit og skil í veitslulagi nú upp undir jól. Men kortini vísir hann á, at serkunnleikin hevur mælt til, at vit skulu ikki vera meiri enn 20 fólk á hvørjum jólaborðhaldi, so tað verður tilmælið frá myndugeikunum í sambadi við jólini í ár, sigur løgmaður.

Landsstýrið hevur havt tíðindafund um koronu í morgun. Frá vinstru, Kaj Leo Hol Johannesen, landsstýrismaður, Bárður á Steig Nielsen, løgmaður og Bjarni á Steig, yvirlækni