Setrið skal raðfestast, altjóðagerast og kvaliteturin á útbúgvingunum skal hækka!

Útbúgving er ein avgerandi fortreyt fyri menningina hjá einum samfelag og Fróðskaparsetrið spælir tískil ein avgerandi leiklut fyri menningina av Føroyum. Ynskiligt er, at skapa búskaparvøkstur samstundis við, at vit at nøkta tørvin hjá tí einstaka menniskjanum fyri at ogna sær røttu førleikarnar og at gagnnýta møguleikarnar á arbeiðsmarknaðinum.

 

Útboð og eftirspurningur skal samsvara

Vit skulu sum samfelag altíð tryggja, at samsvar er millum tann tørvin, sum samfelagið bjóðar á arbeiðsmarknaðinum og tær hægri útbúgvingarnar, sum tað almenna bjóðar út. Í núverandi løtu, samsvarar útboðið av útbúgvingunum ikki nóg væl til tørvin á føroyska arbeiðsmarknaðinum, tískil er útboðið ikki nóg gott til eftirspurningin. Í løtuni er ein yvirframleiðsla av ávísum útbúgvingum, meðan tørvurin á øðrum útbúgvingum ikki er nógv væl nøktaður. Vit eru noydd til at velja kvalitet yvir kvantitet og harvið velja nakrar ávísar útbúgvingar út, ið vit kunnu menna og hareftir altjóðagera. Gerast skal eitt strategiskt val, hvørjar vit sjálvi kunnu megna at hava í Føroyum og hvørjar vit kunnu taka í útlandinum. Útbúgvingarnar ið verða varðveittar, skulu vera av so mikið góðari góðsku og altjóða góðkendar, at vit gerast kappingarfør og kunnu kappast við umheimin at fáa útlendingar at koma til Føroyar at lesa, tí vit bjóða eina heilt serstaka útbúgving her.

 

Samlast á einum stað

Ynskiligt er, at øll undirvísing verður savnað á einum kampus ella øki, við tí endamáli at útnytta samvirkanarárin. Tí er málið at nýta felags høli, felags útbúnað, felags lærarar, undirvísing o.a. Tá ið skipað verður fyri hægri útbúgvingar í eina stóra eind og tryggja góð viðurskifti og góðar fysiskar karmar, eru vit meira eiggilig fyri bæði føroyingar og útlendingar, ið ynskja, at fara undir lesnað í Føroyum. Eisini skal hægri lestur á alnetinum mennast. Føroyar skulu vera í fremstu røð á hesum øki og harvið økja munandi um útbúgvingartilboðini innan hægri lestur. Raðfesting av Fróðskaparsetrinum er eitt av mínum hjartamálum komandi løgtingsval.

 

Anna Falkenberg

valevni til Løgtingið fyri Sambandsflokkin