Sett í land: Tók vandamikla sjálvsmynd

Royndin hjá eini kvinnu at fáa góðu sjálvsmyndina kundi endað galið.

Tá ferðamannaskipið Allure of The Seas, sum kvinnan var við,  nærkaðist Labadee í Haiti, fór kvinnan í gongd. Í svimjiklæðum trein hon út um altanina á kamarinum. Eitt galið fet, og hon hevði farið í havið á eini leið, har hávar eru.

Ein kvinna sá hendingina, og boðaði manningini frá, men hon náddi eisini at taka mynd av kvinnuni, ið setti lív sítt í vanda fyri at fáa sjálvsmyndina.

Manningin fann fram til kvinnuna, og tann hon ferðaðist saman við, og tey vórðu bæði sett í land í Falmouth, Jamaica, og hava frá reiðarínum Royal Caribbean fingið lívslanga karantenu.