Shakespeare's Globe í trupulleikum

Mynd: Hulki Okan Tabak

Mynd: Hulki Okan Tabak

Leikhúsið Shakespeare's Globe er nú í álvarsomum fíggjarligum trupulleikum orsakað av koronavirus.

Hetta er greitt, eftir at ein nevnd í bretska undirhúsinum hevur latið inn støðufrágreiðing til bretska mentanarministaran, Oliver Dowden, um støðuna á bretska mentanarpallinum undir koronakreppuni.

Shakespeare's Globe, sum annars verður rikið uttan almennan stuðul, er í løtuni í teirri støðu, at neyðugt verður við almennari peningainnspræning, annars fer leikhúsið á húsagang, skrivar The Guardian.

Somuleiðis stendur eitt annað kent leikhús í London, The Old Vic, fyri hóttafalli, tí at inntøkurnar eru so at siga burtur.

Shakespeare's Globe, sum stóð liðugt í 1997, er bygt soleiðis, sum hildið verður, at The Globe Theater sá út. The Globe Theater var leikhúsið, ið William Shakespeare skrivaði síni víðagitnu leikrit til, og varð bygt í 1599.

The Globe Theatre brendi í grund í 1613, men varð síðani bygt aftur í 1616, fyri seinni at verða tikið niður í 1642.

Virksemið hjá Shakespeare's Globe hevur verið rættiliga væleydnað, síðan leikhúsið lat upp í 1997, og leikhúsið hevur um eina millión vitjandi um árið.

Mynd: Hulki Okan Tabak