Síl og laksar í túsundatali deyð av dálking

Enska umhvørvisstovan er skelkað av tilburðinum.

Mynd: Umhvørvisstovan í Devon

Mynd: Umhvørvisstovan í Devon


Fleiri enn 6000 síl og laksar eru deyð í eini á í enska býnum Devon.

Talan er um ein sjáldsaman og gátuføran tilburð, og ilt er at siga ítøkiliga, hvat hevur beint fyri ørgrynnuni av fiski.

Enska umhvørvisstovan er tó avgjørd um, at talan er um dálking av onkrum slag, skrivar Sky News.

Sagt verður, at talan er um størstu mongdina av deyðum fiski, sum er funnin í mannaminni.

Enn er óvist, hvør keldan til dálkingina er. Umhvørvisstovan í Devon vónar tó, at kanningar skjótt fara vísa, hvat er hent, og í hvønn mun vistfrøðiliga skipanin í ánni hevur fingið skaða. 

Mynd: Umhvørvisstovan í Devon