Sitið á wc'num í fimm dagar

Belgiski Jimmy De Frenne, ein 48 ára gamal maður, gav sær sjálvum ta avbjóðing at sita á vesinum í 165 tímar, men hann mátti gevast eftir 116 tímar.

Honum dámar væl at gera gjøldur úr sær sjálvum, greiðir hann tíðindastovuni Reuters frá, sum hitti hann ávegis í royndini.

– Hví eg geri hetta? Ja hví ikki, spyr Jimmy De Frenne retoriskt.

– Tað er einki, mær dámar betur, enn at gera gjøldur úr mær sjálvum, so tí so kann eg gera tað sama móti øðrum, greiðir Jimmy De Frenne, sum er við at útbúgva seg til bussførara, frá.

Metroyndin varð gjørt á skeinkistaðnum Filips Bar í býnum Ostenda í Belgia, sum hevði opið, meðan royndin varð gjørt.

 

/ritzau/