Sjálvandi eri eg ikki vís í at verða vald

Sigur Margrethe Vestager um møguleikan at verða vald til forkvinnu í ES kommissiónini

Vestager heldur fyri toppfundin í ES, at spælið um starvið sum nevndarforkvinna er »púra opið«. 

Margrethe Vestager hevur almennan stuðul heimanífrá og frá fleiri ríkisleiðarum í ES í stríðnum um at gerast forkvinna í ES kommissiónini.

Kortini er tann vælumtókti danski kappingarkommiserurin »sjálvandi ikki vís« í, at hon verður vald.

– Tað eigur eingin at vera í hesari støðuni, sigur hon.

– Men sjálvandi vóni eg, at ríkis- og stjórnarleiðararnir hoyra boðini frá veljarunum. Teir hava valt nakað nýtt og øðrvísi, enn tey plaga og í nógv størri mun enn fyrr, sigur Vestager við tilsiping til evropatingsvalið í mai.

Á valinum fóru teir stóru miðbólkarnir í tinginum – konservativu EPP og javnaðarflokkarnir S&D – nógv aftur, tilsamans við 71 mandatum.

Tann liberali bólkurin Alde-bólkurin, sum Vestager er knýtt at, fór 39 sessir fram og endaði sum triðstørsti bólkur í tinginum.

Líka mikið hvat hendir, so er Vestager “ógvuliga fegin” fyri almenna stuðulin frá bæði Lars Løkke Rasmussen og Mette Frederiksen.– Tí eg haldi, at tað liggur ein viðurkenning av tí arbeiði, vit hava gjørt higartil, sigur Vestager.

Umframt stuðulin heimanífrá hevur hon stuðul frá fleiri leiðarum í ES.

Franski forsetin Emanuel Macron og forsætisráðharrin í Luxemburg, Xavier Bettel, hava báðir sagt, at teir halda, at hon er kompetent valevni við røttu kvalifikatiónunum til valdsmikla starvið sum kommissiónsforkvinna.

– Sum eg segði fyri trimum vikun síðani, haldi eg, at Margrethe Vestager er eitt sterkt valevni, sigur Bettel.

Ein kvinna hevur ongantíð verið forkvinna. Vestager heldur, at tað er upp á tíðina, at ein kvinna sleppur at royna seg.

– Tað er ein av greiðu mátunum, vit kunnu vísa, at Evropa broytist. Taå er eitt av teimum grundleggjandi tingunum, vit trúgva uppá, sigur hon.

Men kuyn er bara ein av nógvum faktorum, skulu hædd skal takast fyri í stríðnum at fáa kabalina at ganga upp.

Umframt formanssessin skal Evropiska Ráðiå eisini hava nýggjan forseta, ES Tingið skal hava nýggjan formann, uttanríkisstjórin hjá ES skal finnast og ein nýggjur forseti fyri Evropiska Miðbankan.

Vónin er, at nøvn verða sett á toppstørvini í dag og í morgin, tá tey soleiðis kunnu klára tað, áðrenn nýggja ES tingið hevur fyrsta fundin 2. juli.


 

/ritzau/