Sjálvstýri vil áseta minimumsnormering á dagstovnaøkið

Sum liður í familjiupolitikkinum, vil Sjálvstýri áseta minimumsnormering á dagstovnaøkinum. Foreldur, ið velja at lata teirra dýrgripir, børnini, á dagstovn á kommununala økinum, eiga at eiga eina trygd fyri, at vaksin fólk eru rundanum børnini, og geva barninum bestu fortreytir til menning, spæl og umsorgan.

Í dag eru eingi krøv til normering á dagstovnum kring landið. Tí eru tilboðini eisini sera ymisk frá kommunu til kommunu. Vandi er eisini fyri, at tá ið búskaparligt bakkast einaferð aftur rakar okkara tjóð, so kann myndugleikin fara inn og gera sparingar á hesum so týdningamikla øki.

Sjálvstýri vil tryggja eina minimumsnormering. Foreldur skulu føla seg trygg, tá tey koyra síni børn á dagstovn, og starvsfólk skulu fáa betri fortreytir fyri at taka sær av tí komandi ættarliðnum, ið skal skapa okkara tjóð. 

Tí vilja vit seta eitt minstamark, ið ikki skal ávirkast av tímum til leiðslu, vikarar ella aðarar útreiðslur

 

Síggj meira um minimumsnormering her: https://www.youtube.com/watch?v=BdNRpq5tt3Y

 

Sí allan familjupolitikkin hjá Sjálvstýri her: https://sjalvstyri.fo/?page_id=361

 

Sjálvstýri