Sjey ferðafólk doyðu tá bátur hálvdist í Budapest

Ungarnsk bjargingarfólk leita eftir fólkum, eftir at ein bátur sakk á Donau-ánni í Budapest.

Sjey eru deyð, og 21 er enn saknað, eftir at ein bátur við suðurkoreanskum ferðafólkum sakk í Donau-ánni í miðbýnum í Budapset sein í gjárkvøldið.

Tað skrivar Reuters tíindastovan við upplýsingum frá ungarska ríkissjónvarpinum.

Ferðafólkabáturin heví 33 ferðafólk umborð, øll úr Suðurkorea. Harumframt taldi manningin tvey fólk.

##med2##

Tað váttar ungarska løgreglan eins og suðurkoreanska uttanríkisráðið í nátt. Tað skrivar tíðindastovan AFP.

Báturin lá eftir øllum at døma fyri teym nærindis ungarska tjóðartingsbygninginum í miðbýnum í Budapest, tá annar bátur sigldi á hann. Bátjrin hálvdist og lá við kjølinum uppeftir og sakk.

Fleiri bjargingarfør arbeiða enn í økinum. Ungarski herurin er eisini við í bjargingararbeiðinum.

Báturin, sum sakk, er funnin nærindis Margrethe-brúnni, sum er ein av sjey brúgvum, sum binda býarpartarnar, Buda og Pest saman.

##med3##

Ein talsmaður fyri løgregluna, Kristof Gal, segði í nátt, at bjargingarførini leita í einum øki, sum er fleiri kilometrar langt í Donau-ánni.

Vatnstøðan í Donau-ánni eru í løtuni hægri enn vanligt, og nógru streymur er í ánni, tí tað hevur regnað so nógv seinastu dagarnar. Tað tarnar bjargingararbeiðinum, sigur talsmaður fyri sjúkrabilatænastuna sambært Reuters.

Fleiri av teimum, sum eru komin frá vanlukkuni við lívinum, eru fingin á sjúkrahús, og støða teirra er í løtuni stabil, verður sagt.

Seint í gjárkvøldið skrivaðu tíðindamiðlar á staðnum, at líki av teimum deyðu vóru funnin við Petofi-brúnna, sum er umleið tríggjar kilometrar frá vanlukkustaðnum.

Sambært tíðindastovuni AP var tað felagið Panorma Deck Company, sum átti bátin, og sambært heimasíðuni var báturin ein av teimum minstu í einum flota við nógvum bátum, sum sigla við ferðafólki á ánni.

Ein talsmaður fyri Panorama Deck Company sigur við ungarska ríkissjónvarpið, at báturin var »ein púra vanligan sightseeingtúr á ánni«, tá ólukkan hendi.

Báturin hevur eftir øllum at døma verið til vanlig teknisk eftirlit, sum hann skuldi, og ongar fráboðanir hava verið um tekniskar trupulleikar, sigur felagið.

Ungarska løgreglan hevur sambært Reuters steðga allari bátaferðslu á ánni, meðan bjargingararbeiðið fer fram.

 

/ritzau/

Tourist boat capsizes on Danube, several dead