Tveir vápnaðir menn lupu á fótbóltsstjørnurnar báðar Sead Kolasinac og Mesut Özil í London í gjár.
Ránsmenninir, sum vóru á prutli, steðgaðu undir liðini á bilinum, sum fótbóltsleikararnir sótu í. Sead Kolasinac og Mesut Özil stigu úr bilinum og royndu at berja ránsmenninar burtur.
Hóast ránsmenninir høvdu knív, eydnaðist tað fótbóltsleikarunum at jagstra teir burtur.
Báðir fótbóltsleikararnir sluppu snikkaleysir frá tilburðinum.
Á upptøkunum sæst Sead Kolasinac, íklæddur keppi og stuttum brókum, jagstra báðar ránsmenninar burtur.
##med2##