Sjónleikarin Max von Sydow er deyður 90 ára gamal

Max von Sydow, sum millum annað er kendur úr klassikarum sum »Pelle Erobreren« og gýsaranum »Eksorcisten« er deyður.

Max von Sydow var 90 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. (Arkivfoto). - Foto: Morris Macmatzen/Reuters

Max von Sydow var 90 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. (Arkivfoto). - Foto: Morris Macmatzen/Reuters

Svenski sjónleikarin Max von Sydow er deyður 90 ára gamal.

Tað upplýsir kona hansara í eini fráboðan til fronsku tíðindastovuni AFP.

– Tað er við knústum hjarta og óendaligari sorg, at eg við sera stórari pínu má boða frá, at Max von Sydow er deyður, ljóða boðini.

Max von Sydow kanska serliga kendur á okkara leiðum fyri leiklutin í filminum »Pelle Erobreren«, sum Bille August leikstjórnaði.

Hann var tilnevndur ein Oscar fyri Besta Mannliga Høvuðsleiklut í lutinum sum Lasserfar í filminum.

Hann er millum annað eisini við í filmsklassikaranum »Det syvende sejl« frá 1957 og gýsaranum »Eksorcisten« frá 1973.

Seinnu árini hevur hann spælt við í »Star Wars: The Force Awakens« frá 2015, »Game of Thrones« í 2016 og Thomas Vintherberg-filminum »Kusk« frá 2018, har hann spælir ein russiskur admiralur.

Mazx von Sydow var ein, sum filmsfeløgini fegin vildu hava á leikaralistanum.

Tað hevur gjøgnum árini serliga víst seg, at hann ofta fekk leiklutir sum útlendskur skálkur, tá Hollywood var eftir honum.

Hann hevur soleiðis havt leiklutir sum nazistur, russari ella bara sum onkur, ið tosar løgið enskt.

Ein leiklutur, sum kann hava slóðað fyri hjá honum til nógvar skálkaleiklutir, er leikluturin sum skálkurin Blofeld í James Bond-filminum, »Never Say Never Again« frá 1983.

Max vo Wydow hevur seinastu árini búð í París við fronsku konu síni, Catherine Brelet. Hann gjørdist franskur ríkisborgari í 2002.

 

/ritzau/

Max von Sydow var 90 ára gamal, nú hann legði árarnar inn. (Arkivfoto). - Foto: Morris Macmatzen/Reuters