Sjúkrahús seta aftur avmarkingar í verk fyri vitjandi

Nú verða treytir sett til ein ávísan bólk av vitjandi

 

 

Tað er ikki meiri enn ein vika síðani, at fólk aftur sluppu at vitja skyldfólk og kenningar, sum vóru innlagdir sjúkrahúsi.

Men longu í morgin verða tiltøk aftur sett í verk á Landssjúkrahúsinum og á Suðuroyar Sjúkrahúsi, men frá Klaksvíkar Sjúkrahúsi er eingin fráboðan komin enn.

Sjúkrahúsini hava avmarkað talið á vitjandi fyri at forða fyri, at korona skal breiða seg og í morgin og nú korona aftur er staðfest hjá fólki dag um dag, hava Suðuroyar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið gjørt av at seta nøkur tiltøk í verk aftur.

Tey, sum hava verið smittað hesar seinastu dagarnar, eru fólk, sum eru komin uttanlands og tey tiltøkini, sum nú verða sett í verk, er nettup vend ímóti teimum, sum koma uttanlands, og sum ætla sær á sjúkrahús at vitja ein sjúkling.

Tað merki, at hereftir sleppa tey, sum koma uttanlands, ikki á tey bæði sjúkrahúsini at vitja ein sjúkling teir fyrstu seks dagarnar, tey eru her.

Men sætta dagin, tey eru her, skulu tey lata seg kanna umaftur fyri koronu og er eisini tann royndin negativ, sleppa tey at vitja sjúklingar.