Skalli av heimsins minsta dinosauri funnin í rav-klumpi

Ein væl varðveittur skalli av einum sera lítlum dinosauri er funnin, íhylkjaður  99 milliónir gamalt rav.

The New York Times ber tíðindini, sambært bt.dk.

Skallin er av dinosaurinum Oculudentavis khaungraae, er líkur fugli, og varð funnin á Myanmar.

Ravklumpurin er ikki størri enn ein fingraoddur, og dinosauraskallin inni í mátar 14,5 millimetrar frá nevi til nakka.

Tí verður mett, at hetta er minsti dinosaurur og fuglur, ið fólk vita um at siga.

Skallin á sonevnda býflugu- kolibri, sum er á Kuba, mátar 8,8 millimetrar, og tá er nevið ikki við, og verður sammet við Oculudentavis, eru somu mát 7,1 millimetrar.

Oculudentavis hevur fleiri tenn, enn nakar annar fuglalíkur dinosaurur, og bendir hetta á, at talan er um eitt rovdýr.