Skanna andlitið hjá telefon-kundum í Kina

Kina vil tryggja sær, at telefonbrúkarar eru skrásettir við røttum navni við kravi um, at andlitið verður skannað.

Frá í dag skulu nýggir telefonbrúkarar í Kina rokna við at andlit teirra skal skannast, soleiðis at samleiki teirra kann góðkennast.

Sambært landsins myndugleika fyri kunningartøkni krevur Kina nú, at telefeløg savna saman skanningar av andlitum, tá nýggir telefonfelagar verða skrásettir í handlunum.

Boðað varð frá tiltakinum í september, tá ráðið fyri kunningartøkni sendi út boðini um nýggju reglarnar við andlitsskanning.

Har var gjørt greitt, at telefeløg skulu brúka »eftirgjørdan intelligens og aðra tøkni« til at góðkenna samleika hjá fólki, tá tey fáa nýtt telefonnummar.

Eitt umboð fyri telefelagið China Unicoms upplýsir fyri AFP tíðindastovuni, at reglarnir merkja, at kundar, sum skráseta sær nýtt telefonnummar, kanska skulu filma seg sjálvan, snara høvdinum og blunka.

– Í næsta stigi fer ráðið at halda fram við at ... økja eftirlitið og umsjónina ... og undir strongum eftirliti fremja viðgerðina av skráseting av røttum nøvnum fyri brúkarar av telefonum, verður sagt í boðunum frá september.

Frammanundan hevur kinesiska stjórnin sett í gildi reglar um, at samleikakort knýtast at telefonnurum. Og tøknin við andlitsafturkenning verður frammanundan nýtt í landinum til alt frá innkeypi í handlum til eftirlit.

Kinesiskir brúkarar á sosialum miðlum hava svarað aftur við eini blanding av stuðuli og órógvi um nýggja tiltakið við andlitsafturkenning. Summi halda, at hesi data kunnu lekast víðari ella verða seld.

– Tað er eitt sindur ov nógv av tí góða, skrivar ein brúkari á Twitter-líknandi Weibo í eini viðmerking til eina grein um nýggju reglarnar.

– Eftirlit og so meira eftirlit, skrivar ein annar.

Meðan granskarar hava ávarað um privatar vandar við at savna inn data við andlitsafturkenning, so hava brúkarar í stórum stíli nýtt hesa nýggju tøkni. Tó hevur Kina fingið síni fyrstu rættarmál um andlitsafturkennig í síðsta mánaði.

Fyrst í november kærdi ein kinesiskur professar eina safaripark í Hangzhou í Zhejiang landslutinum fyri at krevja andlitsskanning fyri at sleppa inn í parkina.

 

/ritzau/AFP