Skanning av hálslívæðr ein møguleiki

Nakrir læknar halda, at ein skanning av hálslívæðrini er ein serstakur møguleiki at avdúka byrjandi æðrakálking. Aðrir læknar hava ikki somu áskoðan.

 

- Við skanning kanst tú peika út fólk, sum kunnu fáa blóðtøpp, um tey halda fram við verandi lívihátti, sigur Stig Ekkert.

- Við skanning kanst tú peika út fólk, sum kunnu fáa blóðtøpp, um tey halda fram við verandi lívihátti, sigur Stig Ekkert.

Tað munnu vera fá, sum ikki vita, at ov høgt kolesteroltal, royking, yvirvekt og ov høgt blóðtrýst veksa um vandan fyri at verða rakt av hjartaæðrasjúku. Á hinari síðuni hava flestu eisini hoyrt um eitt ella fleiri fólk, sum hóast serliga heilsugóðan lívshátt kortini fingu ein blóðtøpp á lutfalsliga ungum árum.

 

Men, hvussu kunnu vit vita, um vit eru í vandabólkinum fyri at fáa ein blóðtøpp - líkamikið, um vit liva sunt ella ósunt? Jú, tú kanst fáa læknan hjá tær at gera eina váðameting, har atlit verður tikið til royking, rørslu, vekt, kolesteroltal, blóðtrýst og møguliga hjartaæðrasjúku í nærmæstu familjuni.

 

Eina slíka váðameting gevur serlæknin í almennum heilivági og fyribyrging, Stig Ekkert, ikki nógv fyri. Hann vísir til eina kanning frá 2012 á hjartadeildunum á trimum jútskum sjúkrahúsum. Hann vísir á, at ein røð av sjúklingum, sum vórðu innlagdir við akuttum blóðtøppi í hjartanum, fingu bert eina traditionella váðameting gjørda.

 

Sambært Stig Ekkert vísti kanningin, at heili 93 prosent av teimum raktu høvdu farið ígjøgnum váðametingina uttan nevniverdar viðmerkingar, og hann sigur, at slíkar kanningar eins og aðrar vísa, at vanliga metingin slett ikki er nóg mikið til tess at finna fram til tey, sum eru í vanda fyri at fáa ein blóðtøpp.

 

Eins og nakrir aðrir læknar, mælir Stig Ekkert tískil til eina skanning av hálslívæðrini, sum eftir hansara tykki er nógv meira effektiv og neyv. Í mun til lívæðrarnar í hjartanum og blóðæðrarnar í heilanum, liggur hálslívæðrin uttarlaga og er tí løtt at skanna við ultraljóði.

 

- Hálslívæðrin gevur eina góða mynd av, hvussu støðan er við æðrunum aðrastaðni í likaminum, eisini krúnulívæðrini í hjartanum. Tí er ein skanning av hálslívæðrini eitt lættur háttur at avdúka, hvørt talan er um æðrakálking ella ei, heldur Stig Ekkert, sum sjálvur er ein av slóðbrótarunum innan skanning av hálslívæðrini.

 

Hann hevur lært henda háttin í USA og hevur roynt hann í Danmark síðan ár 2008.

 

Í 2012 var Stig Ekkert millum tey, sum tóku stig til at lata upp CardioLab. Hetta er ein keta við privatum læknastovum, sum móti gjaldi fremja nevndu skanningar. Í dag rekur hann fyritøkuna, CardioFit, sum eisini bjóðar hesar skanningar.

 

Almenna heilsuverkið í Danmark ger eisini skanningar av hálslívæðrum, men tað eru bert sjúklingar, ið antin hava havt blóðtøpp ella hava fingið staðfest hjartatrupulleikar, ið fáa hesa skanning.

 

Almenna sjúkrahúsverkið bjóðar ikki hesa skanning til fólk sum annars eru frísk, men sambært Stig Ekkert er hetta ein skeiv raðfesting, sæð út frá einum fíggjarligum og menniskjansligum sjónarhorni. Hann vísir á, at hjartaæðrasjúkur saman við krabbameini hagfrøðiliga sæð eru tveir teir størstu “drepararnir”, tá deyðsorsøkir í Danmark verða gjørdar upp í tølum.

 

Fleiri túsund danir doyggja nevniliga hvørt ár av blóðtøppi í hjartanum ella heilanum, og eins mong fáa varandi mein og missa arbeiðsførleikan. Nógv, sum verða rakt, gerast lutvíst lammað ella missa førleikan at tosa eftir blóðtøpp í heilanum. Eins mong fáa kroniskar hjartatrupulleikar í kjalarvørrinum av einum blóðtøppi í hjartanum.

 

Haraftrat kemur fíggjarligi samanhangurin, og sambært Stig Ekkert kosta hjartaæðrasjúkur samfelagnum umleið líka so nógvan pening sum øll krabbameinsviðgerð tilsamans.

 

- Kunnu vit minka um talið av álvarsomum blóðtøppum, fer hetta at spara samfelagnum fyri veldugar upphæddir. Samstundis kunnu vit beina burtur nógva menniskjansliga líðing.

 

Serlæknin heldur, at útreiðslurnar til eitt ókeypis alment tilboð um skanning av hálslívæðrini - eitt nú sum snarkanning av øllum, sum eru yvir 40 ár - høvdu verið smáar í mun til tær útreiðslur, sum samfelagið við tíðini hevði spart.

 

Ein skanning av hálslívæðrini bjargar í sær sjálvum ongum mannalívi. Men, sambært serlæknanum ber til við hesi skanning at finna tey fólk, sum líða av æðrakálking, ið er orsøk til blóðtøppar. Tað góða við hesi skanning er, sigur hann, at tað í stóran mun ber til at peika út tey fólk, sum um eini 10 til 20 ár kunnu væntast at fáa blóðtøpp, um tey halda fram við verandi lívihátti.

 

Lívið og førleikin hjá fleiri fólkum kann sambært Stig Ekkert bjargast, um sett verður inn við fyribyrging, eitt nú við meira rørslu, broyttum kostvanum og møguligari viðger við heilivági. At finna út av hóttandi sjúkuni í góðari tíð er avgjørt ein fyrimunur. Tó er ikki sagt, at tað fer at lata seg gera at rudda út blóðtøppar.

 

- Men, við at finna fram til teirra, sum eru í vandabólki, ber sambært serlæknanum til at skjóta út vandan fyri einum møguligum blóðtøppi í fleiri ár.

 

Tað eru tó ymiskar meiningar innan læknaheimin um hesi viðurskifti - hvørt tað er skilagott at skanna fólk, sum ikki beinleiðis eru í vandabólki fyri møguliga at fáa ein blóðtøpp.

 

Í fjør góvu Dansk Cardiologisk Selskab, Dansk Neurologisk Selskab og Dansk Selskab for Almen Medicin, í felag út eitt skriv, har tey fráráddu fólki til sjálvi at gjalda fyri eina skanning av hálslívæðrini.

 

Danska Hjartafelagið er eisini samt í hesi niðurstøðu, og sambært granskingarstjóranum hjá felanum, Gunnar Gislason, sum er yvirlækni og professari í hjartasjúkum, gevur ein skanning ikki fólki nakað, sum ein samrøða við praktiserandi lækna ikki kann geva.

 

- Tú skalt gera rættiliga nógvar skanningar, áðrenn tú finnur ein sjúkling, sum er í øktum vanda fyri blóðtøppi, og sum ikki hevði verið “fangaður” av sínum egna lækna, sigur Gunnar Gislason.

 

Fakta um skanning av hálslívæðrini er, at kanningin tekur bert 10 til 20 minuttir. Hetta gevur onga pínu og hevur eingi hjáárin. Við hesi skanning sær serútbúna fólkið tjúktina á æðravegginum sum vísir í hvønn mun, tú ert rakt/-ur av æðrakálking.

 

Tey flestu fáa í ávísan mun æðrakálking, sum tey eldast. Skanning kann eisini vísa, um onkur skón situr innan í æðrunum. Sita skónir í, kunnu tær gerast vandamiklar, um tær ríva seg leysar og gerast orsøk til blóðtøpp. Við hesum er tó ikki sagt, at vanlig æðrakálking ikki eisini er vandamikil.

Kelda: www.helse.dk