"Skreifisket": Strong krøv um sóttarhald

Fleiri túsund útlendsk arbeiðsfólk eru seinastu vikurnar komin til Lofoten og Vesterålen at arbeiða, nú "skreifisket" stundar til.

"Skreifisket" leggur miljardir eftir seg í Norðurnoregi. Flottu myndina eigur Visitnamdalen.

"Skreifisket" leggur miljardir eftir seg í Norðurnoregi. Flottu myndina eigur Visitnamdalen.

 

Allir føroyingar, sum kenna eitt sindur til norska fiskivinnu, hava eisini hoyrt um "skreifisket" í Lofoten, har gýtingartoskur savnast so mikið nær landi, at eisini útróðrarbátar í stórum tali søkja henda fiskin í gýtingartíðini.

Henda tíðin gevur nógv arbeiði har á leiðini, og fleiri føroyingar hava eisini verið í Noregi og kruvt tosk í vártíðini, tá fiskurin verður landaður ókruvdur.

- Øll bíða eftir gýtingarfiskinum. Samstundis verður arbeitt við at halda koronu-smittuni burtur av virkjunum, sum skulu taka ímóti virðismikla fiskinum úr Barentshavinum. Fleiri túsund útlendsk arbeiðsfólk eru seinastu vikurnar komin til Lofoten og Vesterålen at arbeiða. 

VG skrivar, at í toskahøvuðsstaðnum Øksnes eru virkini farin til verka í royndini at stríðast ímóti smittuni sum hóttir. Krøvini um sóttarhald til fólkið, sum kemur úr útlandinum, eru strangari enn tey krøv, ið Noreg setir útlendingum annars. 

- Tað hevði verið "krisa", um smitta rakti virkini, tí tað hevði havt við sær, at vit noyddust at lata aftur, sigur starvsfólkaleiðarin í Myre Fiskemottak AS, Vigilija Solvang, við norsku heimasíðuna.

Í Øksnes noyðast øll útlendsk arbeiðsfólk at sita 10 dagar í sóttarhaldi, áðrenn tey sleppa til arbeiðis á virkjunum. Í hesum tíðarskeiði hava tey ikki samband við nakran, og tey kunnu hvørki fara í handlar ella á apotek.

Virkini krevja í minsta lagi tvær negativar koronu-royndir eftir komu til Noregs, áðrenn fólk sleppa til arbeiðis, og virkini krevja eisini, at fólk, sum koma til økið úr øðrum pørtum av Noregi, lata seg testa, eins og sóttarhald verður kraft.

- Hesin fiskiskapur varar til páskar, og tað eru miljardir av krónum, sum "skreifisket" leggur eftir seg í Norðurnoregi, skrivar heimasíðan hjá VG.

"Skreifisket" leggur miljardir eftir seg í Norðurnoregi. Flottu myndina eigur Visitnamdalen.