Skulu bankarnir stýra fólkinum ella øvugt?

Eftir at hava spurt meg fyri hjá byggifyritøkum og teimum, ið ætla at seta búgv, so liggur meðalprísurin á áleið kr. 3.500.000 fyri at byggja sær eini hús í dag.

 

Bankarnir eru ikki sinnaðir at fíggja somu upphædd á bygd sum í høvuðsstaðnum. Á bygd kanst tú fáa eitt lán beint omanfyri kr. 2.000.000, meðan tú kanst fáa tað dupulta í miðstaðnum, hetta hevur tær fylgjur við sær, at ein familja nærum ongan møguleika hevur at byggja sær nýggj hús á bygd.

 

Vilja vit hava eitt samfelag har øll búgva í miðstaðnum, ella vilja vit hava einar fjølbroyttar Føroyar, har fólk búsetast kring landið alt?

 

Sjálvur vil eg hava eitt fjølbroytt samfelag, har tað er hugurin hjá fólkinum sjálvum at velja hvar tey vilja búgva, og ikki bankarnir, sum avgerða hetta fyri fólkið.

 

Vit kunnu við eini nýggjari kós broyta hetta, um vit ikki fáa tað broytt hjá núverandi bankum.

 

Landið eigur Húsalánsgrunnin og Realin, ið báðir kundu lænt pengar út til privat fólk, um viðtøkurnar hjá hesum feløgum vórðu broyttar.

 

Tað kundi verið upplagt, at hesi feløg saman við t.d. tryggingarfelagnum LÍV fóru á marknaðin við føroyskum realkredittlánum ístaðin fyri donskum, so uppsparingar hjá Føroya fólki ikki fóru til at fíggja danska húsamarknaðin, men heldur til at fíggja tann føroyska húsamarknaðin.

 

Somuleiðis kundu hesi feløg verið við til at skapa størri og fjølbroyttari møguleikar innan bústaðarmarknaðin t.d. lutaíbúðir og leiguíbúðir hjá teimum sum ynskja at leiga framum at eiga.

 

Vit skulu styrkja ein almennan banka – eitt nú Bústaðir. Og víðari skal Bústaðir so fíggja partar av bústaðarlánunum kring landið alt, so at tað gerst lættari hjá fólki at seta búgv aðrastaðni enn í miðstaðarøkinum. Nú má lógvatak takast ímillum allar partar fyri at loysa bústaðarneyðina.

 

Land, kommunur og tað privata skulu ganga saman at byggja lutaíbúðir, so at fólk hava møguleika at keypa ein part av einari ogn, har tey eru tryggjað bústað so leingi tey vilja.

Hetta hevur eitt nú teir fyrimunir, at eldri borgarar, ið vilja selja hús síni, og vilja flyta í minni bústað, hava møguleika at keypa sær ein lut í fastogn, og fáa selt hús síni til onnur.

Tey, ið keypa bústað á fyrsta sinni fáa ein nýggjan møguleika at keypa sær ein lut í eini ogn, heldur enn at brúka milliónir fyri at fáa tak yvir høvdið. Eisini mugu vit tryggja, at fólk, ið av ymsum orsøkum eru skerd, hava tak yvir høvdið. Kommunurnar eiga at fáa heimild at byggja bústaðir, til dømis luta-og eigaraíbúðir, so at fleiri aktørar verða til at lyfta okkum burtur úr bústaðarneyðini.

Teir privatu aktørarnir skulu hava somu treytir sum teir almennu, soleiðis, at vit fáa eitt trípartasamstarv millum alment, kommunalt og privat.

 

Hendan loysnin skal beinanvegin á borðið eftir løgtingsvalið.