Sleppa at siga farvæl í svintu og masku

- Talan er um ógvuliga stutta vitjan, og nærmastu avvarðandi skulu hava verndarútgerð.

 

 

 

 

 

Í Danmark arbeiða sjúkrahús við, at korona-sjúklingar ikki skulu doyggja einsamallir. Sjúkrahús hava sett sær fyri, at nærmastu avvarðandi skulu hava møguleikan at siga einum av sínum kæru farvæl. 

Tað upplýsa bæði Ríkissjúkrahúsið, Hvidovre Hospital, Aarhus Universitetshospital og Herlev Hospital, og tað er Kristeligt Dagblad, sum ber hesi tíðindi.

Sjálvt um avvarðandi til korona-sjúklingar ikki kunnu koma á vitjan orsakað av smittuvanda, hava tey nærmastu avvarðandi møguleikan at koma á eina stutta vitjan, um støðan hjá sjúklinginum er ógvuliga álvarsom.

Men, tað eru bara nøkur heilt fá, sum fáa møguleikan at siga tí doyggjandi farvæl. Tey, sum sleppa inn á sjúkrastovuna, skulu verða bæði í svintu, masku og aðrari verndarútgerð.

Ríkissjúkrahúsið upplýsir, at skipanin við vitjan av korona-sjúklingum kann verða broytt, um núverandi korona-støðan í Danmark versnar, og neyðugt tískil verður at taka enn fleiri trygdaratlit.

Preben Engelbrekt, sum er leiðari fyri Det Nationale Sorgcenter, sigur, at úti í Evropa verður spurningurin um eitt seinasta farvæl eisini umrøddur. - Talan er um ógvuliga stutta vitjan.

Hann vísir á, at tað eru eisini avvarðandi, sum stúra fyri at verða smittað. Tískil verður hetta eitt heilt annað slag av farvæl enn tað, sum fólk eru von við, tá umstøðurnar eru vanligar.

- Tey avvarðandi skulu eisini taka støðu til, hvør av teimum skal hava møguleikan at siga farvæl, og hetta er heldur ikki nøkur løtt avgerð í einari frammanundan truplari støðu, sigur Preben Engelbrekt.

Higartil eru 52 fólk skrásett deyð av korona-smittu í Danmark.

##med2##

Preben Engelbrekt, leiðari fyri Det Nationale Sorgcenter.