Sleppa ikki at drepa grind aftur enn

Sýslumenninir vilja ikki standa eftir við skylduni, skuldu vit fingið eina koronagrind

 

 

 

 

– Tað verður ikki fyribils, at føroyingar aftur sleppa at drepa grind. Tað sigur Kars Johansen, sýslumaður í Norðoyggjum og í Eysturoy

Tá ið korona fór at ganga, og myndugleikarnir høvdu nøkur tilmæli til almenningin um, hvussu vit skulu bera okkum at, tóku sýslumennnir kring landið ta avgerð, at vit skulu ikki drepa grind. Orsøkin er, at tað ber ikki til at halda eini grind til, uttan at bróta tilmælini um frástøðu og um, hvussu nógv fólk kunnu verða savnað.

Síðani eru tilmælini linkað nakað og tí róði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður á økinum, fram undir, at tað átti at borið til at hildið grind til undir teimum tilmælum, sum nú eru galdandi.

Tískil hava partarnir nú tosað um støðuna, men niðurstøðan er, at tilmælini í sambandi við korona, eru framvegis so strong, at tað er ómøguligt at drepa grind, uttan at bróta tey.

– Tó er niðurstøðan, at so leingi tilmælini um korona standa við, verður eingin grind dripin í Føroyum, sigur Karl Johansen.

Hann sigur, at tilmælini um korona eru framvegis, at vit skulu ikki vera meiri enn 100 fólk saman, vit skulu halda frástøðu, brúka masku og brúka hondspritt.

– Tað er heilt ómøguligt at halda øll hesi tilmælini í einum grindadrápi, og tí stendur forboðið við, sigur sýslumaðurin.

Tað eru sýslumenninir, sum hava ábyrgdina av grindadrápi og teir vilja ikki standa fyri ábyrgdini av  at telja, hvussu nógv fólk eru í grind, og at grindamenn eru í masku og brúka hondspritt.

– Tað letur seg rætt og slætt ikki gera at halda skil á tí. Og vit halda, at tað er rætt, at vit, eisini á hesum øki, halda tey almennu tilmælini, sum eru

 – Vit vilja ikki standa eftir við svartaperi, skuldu vit fingið eina korona-grind, sigur hann. Her sipar hann til, at grindir hava onkuntíð fingið navn eftir serligum hendingum, eitt nú meslingagrindin í Norðragøtu í 1935, har onkur hevði meslingar og setti ferð á, at meslingar fóru at ganga kring landið.