Sleppa ikki at ferðast í minst ein mánað afturat

Myndugleikarnir mæla framvegis frá at fara uttanlands yvirhøvur, uttan tá ið tað er bráðneyðugt, og tað er galdandi í eina tíð afturat

Í dag hevur uttanríkisráðið gjørt av, at tilmælið um bara at fara uttanlands í bráðneyðugum ørindum, skal standa við.

Fyribils er tilmælið galdandi til 10. mai, ella í ein góðan mánað afturat, og tilmælini hjá uttanríkisráðnum í Danmark eru eisini galdandi fyri Føroyar.

Tað var fyrst í mars, at mælt varð frá at ferðast til summi lond, uttan í neyðugum ørindum, men mitt í mars varð mælt frá at fara uttanlands yvirhøvur, uttan tað er bráðneyðugt at fara.

Samstundis verða staðiliga mælt til, at tey, sum koma úr útlondum, fara í sóttarhald í tvær vikur.

Myndugleikarnir siga, at smittuvandin er eitt. Men tað er eisini ein stórur trupulleiki, at tann, sum fer uttanlands, hevur onga trygd fyri at sleppa heimaftur, tí nógv lond hava sett strangar reglur fyri ferðing í gildið, og reglurnar verða broyttar dag og dagliga.

Vandin fyri smittu, avmarkaðu møguleikarnir at ferðast og ivasom heilsuverk í øðrum londum, gera tað ógvuliga ótrygt at ferðast, siga myndugleikarnir.