Sleppa ikki at spæla altjóða fótbóltsdystir í Iran

Asiatiska fótbóltssambandi noktar Iran at verða vertur fyri altjóða fótbóltsdystum.

Iran sleppur ikki at verða vertur fyri fótbóltsdystum við útlendskum liðum á iranskari jørð. Myndin er frá undankappingardysti til VM í 2022 millum Irak og Iran í november í fjør. - Foto: Muhammad Hamed/Reuters

Tað upplýsir iranska fótbóltssambandið.

Sambandið fekk forboðið at vita í gjár í einum brævi frá asiatiska fótbóltssmabandinum (AFC).

Tað hevur við sær, at tey fýra iransku fótbóltsfeløgini, sum eru við í asiatisku útgávuni av Champions League, skulu avgreiða heimadystnar í »uttanveltaðum londum«.

Fótbóltssambandið í Iran hevur enn ikki tikið støðu til, hvussu tað skal fyrihalda seg til forboðið.

– Iransku feløgini og sambandið fara komandi dagarnar at kunna um endaligu støðuna, skrivar fótbóltssambandið á heimasíðuni.

Amir Mehdi Alavi, talsmaður fyri fótbóltssambandið, leggur afturat, at ítróttarráðharrin í Iran hevur yvir fyri AFC vátta trygdina hjá útlendskum liðum í sambandi við dystir í landinum.

– Iran hevur alt sum skal til fyri at verða vertur fyri liðum og hevur prógvað tað ferð eftir ferð seinastu árini, sigur han. 

Talsmaðurin nevnir finaluna í Champions League hjá AFC í fjør, sum varð spæld í Iranska høvuðsstaðnum, Teheran.

Eingir upplýsingar eru um orsøkina til forboðið ímóti altjóða dystum á iranskari jørð. Men fleiri lond í vesturheiminum hava skerpað teirra ferðavegleiðingar fyri Iran og onnur lond í økinum sum úrslit av spentu støðuni millum Iran og USA.

Greitt er heldur ikki, hvussu leingi forboðið stendur við.

/ritzau/AFP