Sleppa ikki í land í Fuglafirði

Tað er líka nógv fyri at verja teir sjálvar, sigur løgreglan

Í morgin, pálmasunnudag, kemur eitt russiskt fiskiskip við 36 monnum umborð á Fuglafjørð at landa, har verða tey liggjandi í tríggjar dagar.

Men løgreglan sigur, at dentur er lagdur á, at manningin skal ikki fara í land.

Russarar skulu hava visum fyri at koma í land í Føroyum, men kortini hevur manningin á russiskum skipum loyvi til at vera á keiøkinum fyri at taka ímóti vørum til skipið, ella í sambandi við annað arbeiði, sum hevur við skipið at gera.

Og tað hava hesir russarnir eisini, men í hesum føri er dentur lagdur á fyri teimum, at teir skulu halda reglurnar um at fara í land, og sostatt skulu teir ikki loypa niðan í eina kiosk at keypa, ella í aðrar mátar, fara í býin.

Annars sigur løgreglan, at teir hava verið í sjónum í hálvan annan mánað, uttan at vera í landi. Sostatt er skipið er korona-frítt, so haðani er eingin smittuvandi.

So treytin um, at teir ikki skulu fara íland, er líka nógv fyri at verja teir sjálvar ímóti smittu, sigur løgreglan.