Sleppa nú aftur at vitja á ellis- og røktarheimum

– Men tað vera kortini nakrar avmarkingar

 

 

Nú fer aftur at bera til at vitja tey gomlu á ellis- og røktarheimum kring landið. Tað boðar Kommunufelagið frá nú seinnapartin.

Nú tamarhald aftur tykist verða á Koronu smittuni, verða viðurskiftini á eldraøkinum aftur, næstan aftur sum tey plagdu, sigur Kommunufelagið

Mikudagin 05. august vórðu munandi avmarkingar gjørdar á eldraøkinum. Heimini vórðu við stuttum skotbrái stongd fyri vitjanum, og aðrar tænastur til búfólk og heimabúgvandi vórðu munandi skerdar.

Orsøkin var, at nógvir nýggir tilburðir av koronu vóru staðfestir eftir stuttari tíð, og greiða var ikki á hvussu smittan breiddi seg. Í samráð við heilsufakligu myndugleikarnar varð avgerð tí tikin um alt fyri eitt at fremja hesi tiltøk, fyribils í tvær vikur, sigur Kommunufelagið.

Síðani er støðan í samfelagnum munandi batnað og á fundi ímillum leiðslurnar á eldraøkinum og Pál Weihe, yvirlækna, varð gjørt av at lata eldraøkið varisliga upp aftur.

Frá mikudegnum 19. august lata eldraøkini sostatt upp aftur fyri vitjanum. Tað fyrstu vikuna verður loyvt hjá tveimum avvarðandi hjá hvørjum búfólki at vitja. Heldur positiva gongdin fram alla vikuna, verður tað síðani aftur loyvt hjá seks fólkum at vitja hvørt fólk á einum ellis- og røktarheimi.

Samstundis verður heitt á tey vitjandi um at lata seg kanna fyri koronu við jøvnum millumbili, og eisini verður heitt á tey um at lata seg kanna, áðrenn tey fyrstu ferð fara á eitt ellis- ella røktarheim at vitja.

– Starvsfólkini á eldraøkinum verða javnan kannað, og gera tey avvarðandi tað sama, minkar vandin fyri smittu munandi.  

– Aðrar tænastur á eldraøkinum fara eisini at virka aftur, men tað verður kunnað um tað í hvørjum øki sær.