SMS letur upp aftur

Niels Mortensen, stjóri í SMS, váttar nú, at SMS letur upp aftur týsdagin eftir páskir.

Boðini koma, eftir at Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í morgun boðaði frá, at í næstum fara Føroyar so smátt upp aftur í ferð.

 

Tað verða allir handlarnir í SMS, sum lata upp, og leiðslan í SMS tekur eisini ymisk fyrivarni, nú fólk koma aftur í sølusmiðstøðina.

– Vit gera tað, at vit seta spritt fram allastaðni, og Pál Weihe kemur í dag at hyggja eftir og kvalitetsstempla tað, sum vit gera. Gólvini skulu eisini frástøðumerkjast, soleiðis at fólk minnast til at halda frástøðu.

 

– Alt, sum hendir í Føroyum nú, er eftir tilmæli. Vit hava fylgt tilmælunum, og vit valdu at steingja SMS, tá tilmælini mæltu til tað. Nú hava vit valt at lata upp aftur, sigur Niels Mortensen, nú løgmaður á tíðindafundi í morgun kunngjørdi, at Føroyar so smátt fara at lata upp aftur.

 

Tað verður kortini ikki í bræði, at kundarnir fara at flokkast til handlarnar, væntar Niels Mortensen.

– Eg vænti, at tað tekur eina tíð, áðrenn fólk koma aftur, soleiðis sum tað var áðrenn. Tað verður kanska ikki leingi, men tað fer at taka tíð, sigur Niels Mortensen.