So er kioskin hjá Astu aftur á Vaglinum

Um tveytíðina seinnapartin kom kioskin hjá Astu aftur til heiður og æru á Vaglið í Havn, har hon hevur staðið síðani 1935.

Tað eru teir báðir, 80 ára gamli Petur Hans Poulsen og Martin Tórgarð, sum hava umvælt kioskina, sum varð tikin av grundini og flutt í eina høll á Sanvíkarhjalla fyri trimum mánaðum síðani.

##med2##

Í morgin klokkan 15 verður hátíðarhald á Vaglinum, har Annika Olsen, borgarstjóri fer at siga nøkur orð. Asta Jacobsen, sum fyllir 89 ár í summar, verður eisini við. Asta hevur átt kioskina síðani 1945 og seldi hana í fjør til Gist & Vist, sum hevur sett kioskina í stand.

Kioskin letur uppaftur í morgin.

##ms##

##med3##

##med4##

Byggimeistararnir báðir: Petur Hans Poulsen og Martin Tórgarð (Myndir: Álvur Haraldsen)