Søgufrøðingur: Frágreiðing hjá Harry visir split í kongshúsinum

Málið um Harry prins og Meghan kann gerast eitt satt sirkus, sum fer at skaða bretska kongshúsið.

Tað er óvanligt og gagnar helst ikki beinleiðis bretska konshúsinum, at Harry prinsur er komin við síni søgu um, hví hann partvís hevur vent kongshúsinum bakið.

Tað heldur Lars Hovbakke Sørensen, sum er lektari í søgu við professionsháskúlan Absalon.

– Elisabeth drotning hevur helst ímyndað sær, at almenna fráboðan hennara skuldi vera tann einasta. So tað vísir, at tey eru ósamd um, hvat er tað rætta at gera, og hvussu tað skal viðgerast.

– Tað er eisini púra óvanligt, tí tey í kongshúsinum plaga at duga at halda fasaduna úteftir, sigur Lars Hovbakke Sørensen.

Við eitt vælgerðartiltak í gjár úttalaði Harry prinsur seg fyri fyrstu ferð um sítt partvísa farvæl til kongshúsið.

##med2##

Leygardagin mistu hann og konan, Meghan, titlar og leiklutir, sum tey hava havt í kongaligu familuni.

Í gjár greiddi hann frá, at tað hevur »volt honum stóra sorg, at tað skuldi enda upp á hendan mátan«, og at tað var ein trupul avgerð at slíta við kongshúsið.

Fráboðanin frá Harry prinsi í gjár bendir sambært Lars Hovbakke Sørensen á, at prinsurin hevur havt tørv á at koma út við síni egnu útgávu.

Men tað er helst ikki tað gløggasta at gera í mun til viðurskiftini við kongsfamiljuna.

– Tað er slíkt, sum kann elva til, at fólk fara at tosa um, hvat tað er sum gongur fyri seg, tá tað tykst at blíva eitt drúgt sirkus.

– Hetta gangar als ikki kongshúsinum, sigur Lars Hovbakke Søresen.

Harry og Meghan – hertúgi og hertúginna av Sussex – hava eisini latið frá sær apanasjuna, almenna fíggjarliga stuðulin. Í gjár segði Harry prinsur, at hann altíð hevur verið til reiðar at missa hesar pengarnar.

Men hinvegin pínir tað hann, at hann sum partur av at stíga aftur frá kongshúsinum ikki longur skal luttaka við hernaðarlig hátíðarhald.

Herurin hevur verið fastur táttur í lívinum hjá Harry prinsi, og hann hevur millum annað verið í Afghanistan tvær ferðir.

Hernaðarligu titlarnar, hann hevur fingið í síni hernaðarligu luttøku, hevur hann eisini latið frá sær sum partur av brotinum við kongsfamiljuna.

 

/ritzau/

Elizabeth drotning á veg í kirkju í St. Mary tey Virgin church í Hillington nærindis royal Sandringham í gjár (REUTERS/Chris Radburn)