Søguligt: Donald Trump skal fyri ríkisrætt fyri aðru ferð

Umboðsmannatingið – teirra millum 10 republikanarar – hava atkvøtt fyri at seta í verk eina ríkisrættarsak ímóti Donald Trump

 

 

Donald Trump er fyrsti forseti, sum tvær ferðir skal fyri ein ríkisrætt. - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Donald Trump er fyrsti forseti, sum tvær ferðir skal fyri ein ríkisrætt. - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, verður tann fyrsti forsetin í landsins søgu, sum skal fyri ein ríkisrætt tvær ferðir.

Tað er greitt í kvøld, tá ein meiriluti í Umboðsmannatinginum – teirra millum fleiri republikanarar – hava atkvøtt fyri at seta í verk eina ríkisrættarsak ímóti Donald Tump fyri at hava eggjað til uppreistur í sambandi við ófriðin við Kongressina í síðstu viku.

232 limir hava atkvøtt fyri at seta í verk eitt ríkisrættarmál, meðan 197 atkvøddu ímóti.

Tíggju republikararar eru farnir ímóti flokslinjuni og hava atkvøtt fyri at seta Trump fyri ein ríkisrætt aftur. Harvið er tað tann mest tvørpolitiska ríkisrættarmálið í amerikanskari søgu.

Sambært CBS News var metið higartil, tá fimm demokratar atkvøddu fyri at seta eitt ríkisrættarmál í verk ímóti Bill Clinton, forseta, í 1998.

Tað er annað kamarið í Kongressini, Senatið, sum skal taka støðu til, um Trump er sekur ella ikki. Tað kevjast tveir triðingar meiriluti í Senastinum fyri at skíra forsetan sekan.

Í senatinum er valdsbýtið 50-50 millum Demokratarnar og Republikanararanar.

Harvið skulu minst 17 republikanarar venda Trump bakið, um fráfarandi forsetin skal dømast sekur í at hava eggjað til upprestur.

Republikanski leiðarin í Senatinum, Mitch McConnell, avvíst fyrr í dag at snarinnkalla Senatið til fundar hesa vikuna.

Tì kann málið í fyrsta lagi koma fyri Senatið týsdagin 19. januar, tá fundur er á skrá. Tað er dagin fyri, at Joe Biden verður innsettur sum forseti, harvið verður ríkisrættarmálið neyvan viðgjørd, áðrenn Trump fer frá.

McConnel hevur harumframt upplýsti, at hann enn ikki hevur tikið støðu til, hvussu hann fer at atkvøða.

Fyrstu ferð Trump var fyri ríkisrætti, var vegna ákærur um, at hann hevði lagt trýst á forsetan í Ukraina til at seta í verk kanning av Joe Biden, sum kundi gagnað Trump politiskt.
Tá var eingin republikanari, sum atkvøddi fyri ríkisrætti.

Um Trump verður funnin sekur við ein ríkisrætt, eftir at hann er farin frá sum forseti, so missir hann ágóðar sum fyrrverandi forseti sum trygd og pensjón. Hann sleppur heldur ikki at stilla uppaftur sum forseti aftur.

/ritzau/

 

 

 

Donald Trump er fyrsti forseti, sum tvær ferðir skal fyri ein ríkisrætt. - Foto: Saul Loeb/Ritzau Scanpix