Søguligur dagur í USA: Trump fyri aðru ferð fyri ríkisrætt

Demokratarnir fáa stuðul frá nøkrum republikararum til at seta Trump fyri ríkisrætt eftir ófrið.

Tjóðarhirðin framman fyri amerikonsku Kongressina í Washington í síðstu viku eftir álopið á Kongressina. 15.000 hermenn eru nú til reiðar at verja bygningin, tá Joe Biden verður innsettur sum forseti mikudagin. - Foto: Andrew Caballero-Reyno

Dagurin í dag verður ein søguligur dagur í USA, sum eftir øllum at døma fer í søguna. Tí í dag verður Donald Trump, forseti, helst fyri aðru ferð í embætisskeiði sínum settur fyri ein ríkisrætt.

Limirnir í Umboðsmannatinginum, sum hava rættin at seta ein forseta fyri ríkisrætt í Senatinum, fara undir viðgerðina av málinum nú klokkan 14 okkara tíð.

Teir skulu taka støðu til, um republikanarin Trump skal setast fyri ein ríkisrætt fyri millu annað at eggja sínum stuðlum til at leypa á Kongressina í Washington seinasta mikudag.

Demokratarnir hava meirilutan í Umboðsmannatinginum, men fleiri republikanarar hava frammanundan boðað frá, at eisini teir fara at atkvøða fyri einum ríkisrætti, tá spurninguroin kemkur til atkvøðugreiðslu í dag.

Demokratarnir hava tikið stigið ímóti einum ríkisrættarmálið, eftir at varaforsetin Mike Pence í gjár havnaði eini áheitan frá Umboðsmannatinginum at aktivera 25. grein í grundlógini, sum gevur møguleika fyri at koyra ein forseta frá.

Um tað, sum væntað, verður meiriluti fyri einum ríkisrætti í Umboðsmannatinginum, so er tað Senatið, sum skal taka støðu til, um Trump er sekur ella ikki.

Tað er óvist, um tað fer at bera til, áðrenn Trump er liðugur sum forseti næsta mikudag. Tá tekur demokraturin Joe Biden yvir forsetaembætið.

/ritzau/