Sølan vaksin nógv undir koronatíðini

– Vit hava upplivað ein stóran vøkstur í søluni síðani 12. mars, tá ið koronasmittan gjørdi sína ávirkan á landið, sigur Bassi Haraldsen, handilsleiðari og ein av eigarunum í seks av Á-handlunum kring landið

Bassi Haraldsen

Bassi Haraldsen

Tað eru ikki allar fyritøkur, ið uppliva kreppustøður og mugu rópa eftir hjálp frá tí almenna, fyri at koma ígjøgnum koronakreppuna. Nakrar fyritøkur uppliva beinleiðis vøkstur, og teirra millum eru matvøruhandlar – í øllum førum nakrir av teimum.

– Vit upplivdu beinanvegin, at meira fór ígjøgnum kassaaparatini. Tað er stórur vøkstur, men eg vil ikki seta tal á, hvussu stórur vøksturin er, sigur Bassi Haraldsen.

Handilsmaðurin í Fuglafirði eigur saman við fyritøkuni Poul Hansen helvtina av Á-handlunum kring landið. Teir eiga Á-handlarnar í Vestmanna, Fuglafirði, Glyvrum, Toftum, á Sundsvegnum í Havn og á Landavegnum í Havn.

– Vøkstur er í øllum handlunum, sigur Bassi Haraldsen.


Eru heima – eta heima

Um orsøkina, at teir selja meir nú, sigur handilsmaðurin:

– Fólk eru meira heima, og tí eta tey eisini meira heima. Tær flestu matstovurnar hava latið aftur, og nógvar kantinur á arbeiðsplássum eru eisini afturlatnar. Til dømis er kantinan á Glasi latin aftur, og øll hesi fleiri hundrað fólkini, ið ótu har, eta nú heima. Tað eru eisini fleiri ung, sum hava verið í Danmark ella aðrastaðni og lisið, sum nú eru komin heim til Føroya, og tey eta eisini heima, sigur Bassi Haraldsen.

Hann heldur, at heilsølurnar síðstu vikurnar hava koyrt minni vøru út til kantinur, men ístaðin meira til matvøruhandlarnar.

– Vit hava ikki merkt, at fleiri fólk koma til handils, men fólk keypa meir, tá ið tey fara til handils. Talan er um størri innkeyp, men ikki so títt innkeyp, sigur hann.

Lesið alla samrøðuna við Bassa Haraldsen í Sosialinum, sum er at fáa til keyps í sølubúðum kring landið. Til ber eisini at lesa blaðið her.

Bassi Haraldsen