Sokkin kavbátur funnin eftir 51 ár

Franskur kavbátur, sum hvarv í 1968, er nú funnin

Eitt privat leitingarskip hevur funnið franska kavbátin Minerve, sum hvarv í Miðalhavinum fyri 51 árum síðani. 52 sjómenn vóru við kavbátinum.

Tað skrivar Ritzau.

Franski verjumálaráðharrin upplýsir í dag, at leitingin eftir Minerve hevur borið á mál. Florence Parly sigur, at tað er ein sigur fyri tøknina, og ein lætti fyri tey avvarðandi.  

Minerve hvarv nærindis franska býnum Toulon 17. januar í 1968. Hóast óteljandi royndir at finna kavbátin, hevur tað ikki lukkast – fyrr enn nú.

Familja hjá teimum burturblivnu sjómonnunum hevur áhaldandi strongt á fronsku myndugleikarnar fyri at fáa teir at taka leitingina uppaftur. Fyrr í ár boðaði verjumálaráðið frá, at tey fóru at brúka nýggjastu tøknina og skip at leita eftir kavbátinum.

AFP skrivar, at eitt leitingarskip hjá amerikanska felagnum Ocean Infinty fann kavbátin einar 45 kilometrar frá Toulon á 2370 metra dýpi.

Nú vóna myndugleikarnir, at teir kunnu finna fram til orsøkina til, at kavbáturin sakk. Gjøgnum árini hevur verið gitt, hvat mundi henda. Serfrøðingar hava eitt nú nevnt møguleikar sum, at kavbáturin rendi saman við annan bát, at hann var raktur av rakett, ella at ein torpedo umborð sprongdist.