Soleiðis kunnu vit bøta nakað um skaðan av korona

Vit eiga at seta sama tiltak í verk, sum íslendingar hava gjørt

 

 

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, heldur, at hetta eru eini góð ráð til landsstýrið

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, heldur, at hetta eru eini góð ráð til landsstýrið

Hetta er eitt gott tilmæli til Landsstýrið. Tað segði Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, á fundi, sum Havnar Framburðsfelag skipaði fyri um ferðavinnuna.

Korona-kreppan hevur lagt ferðavinnuna í knús og vandi er fyri stórum arbeiðsloysi, tí hotell og matstovur standa skralltóm.

Men á fundinum varð skotið upp, at føroyingar gera, akkurát sum íslendingar hava gjørt í eini roynd at halda lív í ferðavinnuni.

Myndugleikarnir í Íslandi hava nevniliga gjørt tað, at teir hava givið øllum íslendingum yvir 15 ár, 5.000 krónur í part, og peningurin skal brúkast til at ferðast í egnum landi í ár og næsta ár.

– Tað skapar heilt fitt av virksemi á hotellum, matstovum, og aðrastaðni og er avgjørt við til at halda hjólunum malandi.

Og tey mæltu til, at føroyingar gjørdu tað sama.

Johnny í Grótinum sigur, at gjørdu myndugleikarnir í Føroyum tað sama, hevði tað avgjørt gjørt mun, so tað er eitt gott tilmæli, helt hann.

Hann sigur, at tað vísir seg, at pengar, sum fólk fáa til taks til eitt ávíst endamál, verða eisini brúktir til ætlaða endamálum. Og tað vísir seg eisini, at pengar, sum fólk fáa upp á hendan mátan, liggja leysari í lummanum enn pengar annars gera.

Fáa fólk heldur pengar við einum skattalætta, hevur tað lyndi til, at tað endar á eini bankabók, heldur enn at verða brúkt, sigur hann.

Í Sosialinum hetta vikuskiftið hava vit meiri um hetta sama. Har verður víst á, at tað er ein avtaka í samgonguni, at korona-hjálpin hjá Als skal halda fram eftir 30 juni. Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í vinnumálum, hevur annars boðað frá, at teir verða ikki longdir, men Christian Andreasen, formaður fyri tingmanningina hjá Fólkaflokkinum, sigur, at  tað kann vera neyðugt at tvinga tað ígjøgnum við lóg.

Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, heldur, at hetta eru eini góð ráð til landsstýrið