Sonur Bin Laden deyður

Hann skuldi ætlandi taka við sum leiðari í al Qaeda eftir pápa sín

Mynd: Associated Press

Mynd: Associated Press


Hamza Bin Laden, sonur fyrrverandi leiðaran í al Qaeda, er deyður av einum amerikanskum luftálopi.

Tað skriva amerikanskir miðlar.

Tó veit eingin at siga, nær og hvar Hamza Bin Laden er deyður.

Bæði NBC News, The New York Times, CNN aðrir amerikanskir miðlar boða frá, og keldur innan úr amerikonsku fregnartænastuni hava staðfest, at hann er deyður.

Í februar mánaði kunngjørdi amerikanska stjórnin, at upplýsingar, ið kundu hjálpa við at fáa fatur á Hamza Bin Laden, blivu løntir við 1 millión dollarum.

Sambært amerikonsku keldunum, var Hamza Bin Laden tó dripin undir einum hernaðarálopi, sum tók stað einaferð í teimum seinastu tveimum árunum.

Amerikanska stjórnin vil tó ikki almannakunngerða tíðindini. Donald Trump vildi einki svara, eftir at hann bleiv spurdur um tíðindini seinasta mikudag, og tað vildi ovasti trygdarráðgevin í Hvítu Húsunum, John Bolton, heldur ikki.

Hamza Bin Laden hevði lýst heilagt kríggj og kallað á stríðsfólk um at hevna deyða pápa sín. Osama Bin Laden varð dripin í Pakistan í 2011. Hann hevði goymt seg í einum inngirdum bygningi.

Oscartilnevndi filmurin Zero Dark Thirty frá 2013, lýsir millum annað løtuna, tá tað eydnaðist einum amerikanskum hernaðarliði at bróta inn í bygningin, har Osama Bin Laden goymdi seg, og at taka hann av døgum.

Sambært amerikanska uttanríkismálaráðnum, vístu skjøl, ið vórðu funnin í sambandi við álopið, at Hamza Bin Laden ætlandi skuldi taka við eftir pápa sínum sum leiðari í al Qaeda.

Hvussu er og ikki, veit amerikanska stjórnin lítið um Hamza Bin Laden, tí ikki er staðfest, hvussu gamal hann var. Hildið verður, at hann var um 30 ára aldur.

Mynd: Associated Press