Spaniólar á tjóðartingsval fyri fjórðu ferð í fýra ár

Tað er politisk naggatódn í Spania, su kann verða trupul at greiða – eisini eftir valið í dag.

Sitandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sánches, undir valstríðnum. Hann er formaður í Javnaðarflokkinum, sum vann stjórnarvaldið á sumri í. Foto: Rafael Marchante/Reuters

Sitandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sánches, undir valstríðnum. Hann er formaður í Javnaðarflokkinum, sum vann stjórnarvaldið á sumri í. Foto: Rafael Marchante/Reuters

Í dag skulu spaniólar velja nýtt tjóðarting fyri fjórðu ferð í fýra ár.

Allir teir stóru flokkarnir eru hart ímóti fullveldi til Katalonia, sum fólkaríkast landspartur í landinum.

Og tað er ein av orsøkunum til, at spaniola aftur skulu til valboðið í dag.

Her eru nøkur fakta um valið:

–      Veljast sklu 350 limir í tjóðartingi í Madrid og 208 limir til yvirhúsið, Senatið.

–      PSOE – Partido Socialista Obrero Español, Javnaðarflokkurin vann stjórnarvalið á sumri í fjør eftir eina misálitisatkvøðugreiðslu  ímót táverandi forsætisráðharranum, Mariano Rajoy (PP)

–      Leiðari: Pedro Sánchez, sitandi forsætisráðharri.

–      PP – Partido Popular. Konservativur flokkur, sum stjórnaði Spania frá 2011 til 2018, áðrenn muturgøla feldis tjórnina. Fekk eitt vanlukkuval í apríl, men er á veg framaftur

–      Leiðari: Pablo Casado.

–      Vox. Høgratjóðskaparflokkur, sum bara hevur verið til í seks í ár. Ímóti innflytarum, fosturtøku og hjúnarbandi millum samkynd.

–      Leiðari: Santiago Abascal.

–      Unidas Podemos. Samgonga av flokkumá vinstraveinginum, teirramillum Podemos-rørslan.

–      Leiðari: Pablo Iglesias.

–      Ciudadanos. Miðhøgraflokkur, sum varð stovnaður sum ein miðflokkur ímóti fullveldi til Katalonia og síðani hevur flutt seg móti høgru.

–      Leiðari: Albert Rivera.

–      Harumframt kann eru smærri flokkar sum kataonski ERC og Junts eins og baskiski EAJ-PNV og EH Bildu, sum helst fáa nakrar sessir.

 

 

Keldur: Reuters, AFP, BBC.

/ritzau/

Sitandi forsætisráðharrin í Spania, Pedro Sánches, undir valstríðnum. Hann er formaður í Javnaðarflokkinum, sum vann stjórnarvaldið á sumri í. Foto: Rafael Marchante/Reuters