Spanski javnaðarflokkurin og vinstraflokkur vilja í stjórn

Spanski Javnaðarflokkurin og Unidas Podemos hava brúk fyri størri stuðli, um teir skulu kunna skipa stjón.

Foto: Gabriel Bouys/Ritzau Scanpix

Foto: Gabriel Bouys/Ritzau Scanpix

Spanski javnaðarflokkurin PSOE, og vinstraflokkurin Unidas Podemos hava gjørt avtalu um at skipa samgongustjórn

Tað upplýsa teir báðir flokkarnir nú seinnapartin eftir nývalið sunnudagin.

Spanski forsætismálaráðharrin, Pedro Sanches úr PSOE, hevur sett undirskrift sína á avtaluna. Tað sama hevur Pablo Iglesias gjørt, hann er formaður í Unidas Podemos.

Teir báðir flokkarnir megna ikki greiðan meiriluta í tinginum. Tí tørvar teimum enn fleiri stuðlar, til tess at skipa nýggja stjórn.

Á valinum sunnudagin tryggjaði PSOE sær 120 sessir í spanska tjóðartinginum. Unidas Podemos fingu 35 sessir.

Harvið vanta teimum báðum flokkunum nakrar seissr til tess at røkka teimum 176 sessunum, sum skulu til meiriluta.

Annaðhvørt skulu aðrir flokkar við í samgonguna, ella mugu teir royna ikki at fáa ov nógvar atkvøður ímóti sær til eina álitisatkvøðugreiðslu.

Miðhøgraflokkurin Ciudadanos, sum fekk ein ordans undir vangan, fór úr 57 umboðum niður á 10, vil ikki stuðla eini vinstrastjórn.

Ciudadanos vil hevur hava eina stóra samgongu tvørtur um miðuna har tey sjálvur eru við, PSOE og konservativi Partido Popular, skrivar flokkurin í tíðindaskrivi.

PSOE og Unidas Podemos royndu at fáa í lag samstarv fyri valið í apríl. Tað miseydnaðist tó, og millum annað tí máttu spaniólar á val aftur sunnudagin.

Men hesaferð er vón fyri framman, heldur spanska blaðið El Pais.

– Tað, sum var ómøguligt í seks mánaðir, er nú loyst upp á minni enn 48 tímar, skrivar blaðið í dag.

 

/ritzau/Reuters

Foto: Gabriel Bouys/Ritzau Scanpix