Spenna vinnuna fyri vognin

Tað er nógv at vinna fyri føroyingar allar, um politikkarar vilja lurta eftir vinnuni. Í mongum førum er virðismikil vitan ikki partur av grundarlagnum, tá vinnupolitikkur verður samtyktur. 

Føroyskar fyritøkur leggja stóran dent á vitan sum grundarlag undir teirra virksemi. Vitanin kemur við royndum, sum fólk í fyritøkunum hava gjøgnum teirra arbeiðslív. Og hon kemur eisini við væl útbúnum starvsfólki. Harumframt ger vinnan javnan kanningar av ymsum slagi at styðja seg til í virkseminum, og ikki minst fer nógv gransking fram í vinnuni.

Politiska skipanin er ov illgrunasom, tá hon fær ráðgeving frá vinnuni. Hildið verður, at vinnan bara grundgevur til sín egna fyrimun og ikki við sonnum argumentum.

Men hetta er ikki rætt. Vinnan er sum heild sera professionell í hugburði og atburði. Tí er tann vitanin, sum borin verður politiska myndugleikanum, gull verd fyri allar partar.

VIT EIGA AT LURTA EFTIR VINNUNI.

Og vinnan eftirlýsir støðugar og karmar við langtíðarhaldføri. Hetta er eitt rímiligt og skilagott ynski. Politisk krøv og lógarsmíð, sum broytist, hvørja ferð ein nýggj samgonga kemur til, ger seg inn á kappingarførið í vinnuni. Ein megintreyt fyri skilagóðari tilrættislegging í vinnuni er, at vinnan kennir útlitini og kann hava álit á politisku skipanini.

10-ára vakstrarætlan fyri Føroyar

Miðflokkurin skjýtur upp við lóg at samtykkja eina 10-ára vakstrarætlan fyri alt samfelagið, sum regluliga verður dagførd. Hugskotið er, at vit spenna vinnuna fyri samfelagsvognin og lata hana siga okkum, hvussu vit á skilabesta hátt økja inntøkurnar, so meiri verður at býta. Saman við serfrøðingum úr viðkomandi geirum. Og saman við avvarandi myndugleikum á ymsum økjum.

Við vinnuni í oddinum skulu politiskir karmar samtykkjast á flestu samfelagsøkjum. Skulu vit eitt nú vera 60.000 føroyingar um 20 ár, eiga vit at hava ein virknan bústaðarpolitikk, sum ger tað lætt og smidligt hjá nýggjum føroyingum at fáa bústað. Heilsufrøðislig og umhvørvislig lóggáva eigur at ganga undan, so hvørt vinnan veksur og gagnnýtir land og hav. Skatta- og avgjaldslóggávan eigur somuleiðis at tillagast vinnuni at frama, so hon altíð er kappingarfør við útheimin. Og so framvegis.

Tað ber VÆL til at skapa stóran búskaparvøkstur, fólkavøkstur og vælferðarvøkstur komandi árini, um politiska skipanin, vinnan og fólkið finna røttu rásirnar at ganga. Tað sigur vinnan. Og tað sigur Miðflokkurin.

 

Bill Justinussen, valevni fyri Miðflokkin