Spennandi val í Grønlandi við spritti og frástøðu

Andstøðuflokkurin IA kann fyri bara aðru ferð síðani 1979 vinna valdið frá Siumut, um meiningakanningar halda.

Umleið 41.000 fólk hava valrætt í Grønlandi í dag. Í Føroyum høvdu 37.821 fólk valrætt á seinasta løgtingsvali í 2019

Umleið 41.000 fólk hava valrætt í Grønlandi í dag. Í Føroyum høvdu 37.821 fólk valrætt á seinasta løgtingsvali í 2019

Í Grønlandi eru tey nú farin á val til grønlendska tjóðartingið, Inatsisartut.

Valhølini eru opin frá klokkan 9 grønlendska tíð, sum er á middegi okkara tíð. Tey lata aftur klokkan 20 grønlendska tíð, sum er klokkan 23 okkara tíð.

Umleið 41.000 fólk hava valrætt og skulu velja tey 31 tingfólkini. 189 valevni stilla upp.

Roknað verður við einum jøvnum valið, har stjórnarflokkurin Siumut sambært veljarakanningum stendur til at missa valdið.

Um so verður, er tað bara aðru ferð síðani tey fingu heimastýri í 1979, at Siumut ikki situr á stjórnarvaldinum.

Tað er andstøðuflokkurin Inuit Ataqatigiit (IA), ið sambært veljarakanningunum hevur kós ímóti at gerast størsti flokkur. Tað fer at geva flokkinum fyrsta rætt at skipa landsstýri. IA er vinstrumegin Siumut, sum er ein javnaðarflokkur.

Tað skulu 16 til at skipa samgongu í Inatsisartut.

Í Grønlandi hevur eingin tilburður av koronu verið í ein mánað. Kortini hevur virusið ávirkan á valdagin.

Tí verður bæði sprittað og frástøða hildin, eins og heitt hevur verið á fólk um at velja við brævatkvøðu fyri at sleppa undan mannamúgvum á valdegnum.

Tað er av varsemisáum, at tað verður gjørt.

Tilsamans eru 31 fólk staðfest positiv við koronuvirus í Grønlandi. Tey eru øll frísk aftur.

Vónin er, at endaliga valúrslitið er greitt áðrenn midnátt í Grønlandi, klokkan 04 okkara tíð.

Tey velja eisini til kommunuval í Grønlandi í dag. Tað kann darva uppteljingini nakað.

/ritzau/

 

 

Umleið 41.000 fólk hava valrætt í Grønlandi í dag. Í Føroyum høvdu 37.821 fólk valrætt á seinasta løgtingsvali í 2019