Spenningur er um vártíðina

- Í løtuni er gott veður norðan fyri, og eg vænti, at onkrir útróðrarbátar fara at loysa, sigur Jóhan K. Joensen á Eiði.

 

Doru Tiberiu Á Torvlaðnum hevur í nógv ár søkt leiðirnar norðan fyri í vártíðini.

Doru Tiberiu Á Torvlaðnum hevur í nógv ár søkt leiðirnar norðan fyri í vártíðini.

 

Vit eru komin út í februar, og nú nærkast tíðin, tá menn plaga at royna eftir várfiski við snellu norðanfyri. Ymiskt er, hvussu henda tíðin roynist. Tað eru gjarna smáir bátar, sum royna við snellu, og tí krevst eisini, at veðrið er til vildar.

Í fjør royndist várið einki serligt hjá bátunum. Fiskiskapurin var einki at reypa av, og tá so Føroyar eisini vórðu raktar av koronu-farsóttini, og fiskaprísirnir fullu, fánaði royndin bara burtur í einki.

Várið í fjør gav tí ikki tað stóra hjá útróðrarmonnum, sum plaga at fiska við snellu.

Hinvegin høvdu menn sera góðan útróður tíðliga á vári í 2019, og longu í februar mánaði hetta árið fekst nógvur fiskur tætt undir landi norðanfyri. Hetta var torrafiskur, teir rópa, og fiskiskapurin var góður. 

Men, tað var ikki bara norðan fyri, at útróðrarmenn við snellu fingu nógvan fisk fyri tveimum árum síðan. Menn í Vágum gjørdu heilt góðar dagar, og í vártíðini kom eisini nógvur fiskur upp á landi á Sandi.

Nógvir útróðrarbátar plagdu at liggja á Eiði í vártíðini, tá útróðurin var mestur, og í nógv ár hevur fyritøkan hjá Hans Egili Joensen & Synum landað bátarnar. Tá mest var at gera eitt gott várkvøld, kundu einir 80-100 snellubátar leggja fiskin upp á Eiði.

Jóhan K. Joensen sigur, at higartil í ár hevur eingin roynd verið eftir snellufiski norðanfyri. Hann hevur ligið høgur í ættini yvir eina longri tíð, og bátar hava ikki loyst. Tískil er heldur ikki til at siga, um nakar torrafiskur er inni við land í ár.

- Í februar mánaði í 2019 vóru nógvar avreiðingar og fleiri bátar høvdu einar 10, 11 og 12 dagar í mánaðinum. Nógvur fiskur var at fáa, og flestu snellubátar mundu liggja um eini 1500 pund í miðal um dagin.

Jóhan K. Joensen vísir á, at fiskurin, sum fekst við snellu tætt undir landi norðanfyri longu í februar hetta árið, róptu teir torrafisk, og menn høvdu heilt góðan útróður. - Eg haldi eisini, at várið í 2018 royndist hampiliga væl við snellu her norðuri.

Hann vísir á, at um dagarnar hevur annars verið at hoyrt um góðar setur hjá onkrum av útróðrarbátunum, sum fiska við línu, og eitt nú hevur Falkurin av Skála havt onkra heilt góða setu. Meginparturin av veiðini hjá bátunum hevur verið hýsa.

- Í løtuni er gott veður norðanfyri, og eg vænti, at onkrir útróðrarbátar fara at loysa. Spennandi verður, tá snellubátarnir fara at loysa, tí enn vita vit ikki, um snellufiskur er at fáa. Í løtuni kunnu vit bara vóna, at várið fer at roynast, sigur Jóhan K. Joensen.

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Doru Tiberiu Á Torvlaðnum hevur í nógv ár søkt leiðirnar norðan fyri í vártíðini.

- Higartil hevur eingin roynd verið eftir snellufiski norðanfyri, sigur Jóhan K. Joensen.