ST ávarar móti vaksandi hungursneyð

Koronasmittan hevur gjørt støðuna hjá illa støddum londum verri

Mynd: Jasper Wilde

Mynd: Jasper Wilde

Vandi er fyri "bíbilskari" hungursneyð kring heimin orsakað av koronakreppuni.

Tað sigur stjórin fyri matvørustovnin hjá ST, World Food Programme, og hann sigur, at neyðugt er at gera okkurt umgangandi fyri at sleppa undan katastrofu.

 

Ein ST frágreiðing hevur gjørt greitt, at talið á svøltandi kring heimin kann fara frá 135 milliónum upp í fleiri enn 250 milliónir, og at serliga 10 lond, sum øll eru rakt av stríði, fíggjarkreppu ella veðurlagsbroytingum eru verst fyri.

Tey tíggju londini eru Jemen, Kongo, Afghanistan, Venesuela, Ethiopia, Suðursudan, Sudan, Sýrialand, Nigeria og Haiti.

Longu undan koronakreppuni vóru fleiri lond illa rakt av hungursneyð, og í Eysturafrika og Suðurasia hevur verið stórt matvørutrot orsakað av turki og ongsprettuplágu.

David Beasley, stjóri fyri matvørustovnin hjá ST, er sjálvur júst komin fyri seg eftir at hava havt koronasmittu. Hann vísir á, at vandi er fyri, at fleiri enn 30 milliónir fólk doyggja innan stutta tíð, um einki verður gjørt.

– Sannleikin er, at tíðin er ikki á okkara síðu, sigur David Beasley, ið heitir á heimsin lond um at samstarva um at forða fyri hungursneyð.

Mynd: Jasper Wilde