ST og USA fordøma deyðiliga valdsmisnýtslu í Myanmar

Í gjár kravdu áhaldandi mótmæli og samanbresti við løgreglu í Myanmar mannalív í stórbýnum Mandalay

Ófriðurin í Myanmar í gjár gjørdist tann mest deyðiligi eftir at herurin kvetti seg til valdið, tá løgreglan fór at skjóta ímóti mótmælisfólki og drap tvey. - Foto: Str/Ritzau Scanpix

Ófriðurin í Myanmar í gjár gjørdist tann mest deyðiligi eftir at herurin kvetti seg til valdið, tá løgreglan fór at skjóta ímóti mótmælisfólki og drap tvey. - Foto: Str/Ritzau Scanpix

ST fordømir deyðiliga valdsmisnýtslu í Myanmar, eftir at løgreglan drap tvey fólk í gjár í landsins næststørsta býi, Mandalay.

Tað skriar ST aðalskrivarin, António Guterres, á Twitter í nátt okkara tíð.

– Deyðilig nýtsla av valdi, hóttanum og plágan ímóti friðarligum mótmælisfólki kann als ikki góðtakast, skrivar Guterres.

Eisini USA tekur frástøðu frá trygdardeildunum í Myanmar, sum skutu ímóti mótmælisfólki og drupu ein persón á staðnum, sum var skotin í høvdið, meðan ein annar doyði seinni av løstunum av skotsári í bringuni. 20 onnur vórðu særd.

Í einum tweeti frá amerikanska uttanríkisráðnum skrivar Ned Price, talsmaður, at USA er »sera stúrið« um hendingarnar og tann veruleika, at herurin í Myanmar heldur fram við at halda aftur og plága mótmælisfólk.

– Vit standa saman við fólkinum í Burma, skrivar Price. Her nýtir hann fyrrverandi navnið hjá landinum, Burma.

Ófriðurin leygardagin byrjaði, tá løgreglan royndi at noyða mótmælisfólk aftur til arbeiðis.

Mótmælini og sivila ólýdni hevur vundið uppá seg, síðani herurin 1. februar framdi kvett og tók valdið og setti demokratiskt valda leiðaran, Aung San Suu Kyi og stjórn hennara frá.

Síðani hevur herurin havt valdið í Myanmar, og Suu Kyi og landsins forseti, Win Myint, eru afturhildin.

Hósdagin heittu fleiri stór lond staðiliga á,at herurin í Myanmar sleppur valdinum og letur tað aftur til landsins demokratiskt valdu leiðarar.

Millum annað løgdu Australia, India og Japan dent á tørvin fyri at »endurskapa ta demokratisku« skipanina í Myanmar.

Herurin hevur grundgivið kvettið við, at tjóðartingsvalið í november skuldi havt verið merkt av valsviki. Flokkurin hjá Suu Kyi vann stórsigur.

Bæði altjóða eygleiðarar og valnevndin í Myanmar vísa hesum pástandi hjá herinum um valsvik aftur.

/ritzau/

Ófriðurin í Myanmar í gjár gjørdist tann mest deyðiligi eftir at herurin kvetti seg til valdið, tá løgreglan fór at skjóta ímóti mótmælisfólki og drap tvey. - Foto: Str/Ritzau Scanpix