Stjórnarflokkurin í Danmark stóra framgongd í veljarakanning

Um val var í dag, hevði Javnaðarflokkurin í Danmark fingið besta valið síðani 1998, vísir kanning hjá Voxmeter

Í nýggjari meiningakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, stendur Javnaðarflokkurin til at fáa 34 prosent av atkvøðunum, um val var í dag.

Tað eru 8,1 prosentstig meira enn á valinum í fjør. Og 2,6 prosentstig meira enn við eini tilsvarandi kanning fyri eini viku síðani.

Um tað var eitt valúrslit, hevði tað verið tað besta fyri flokkin í 22 ár – 1998 – tá Javnaðarflokkurin við Poul Nyrup Rasmussen fekk 34,6 prosent av atkvøðunum.

Undir koronakreppuni hevur stjórnarflokkurin stjórnarflokkurin fingið stóra framgongd í fleiri kanningum.

Í gjár skrivaði Altinget, at ei kanning hjá Epinion vísti, at Mette Frederisen hevði stóra framgongd sum tann forsætisráðfrú, tey vildu hava eftir eitt val.

Fríggjadagin vísti ein meiningakanning, sum Voxmeter gjørdi fyri Ritzau, at 86,3 prosent av teimum spurdu hildu, at »stjórnin hegur gjørt tað, sum skal til« í mun til koronakreppuna.

Umleið 80 prosent svaraðu, at tey høvdu álit á handfaringini hjá stjórnini.

Samanborið við valið í juni í 2019 er tað Alternativet, sum gongur mest aftur. Flokkurin stendur til at fáa 0,8 prosent og harvið væl undir sperrimarkinum.

Kanningin bendir eisini á eina afturgongd hjá Liberal Alliancer í mun til valið. Flokkurin stendur til at fáa 1,1 prosent – eisini undir sperrumarkinum – og fyri Venstre, sum í kannigini stendur til 21,8 prosent.

##med2##

Í kanningini stendur reyði vongur til greiðan meiriluta upp á 57,1 proenst ella 105 sessir í Fólkatinginum.

Kanningin er grundað á telefonsamrøður  við 1.064 fólk í tíðarskeiðnum 23. mars til 5. apríl. Størsta óvissan fyri einstøku flokkarnar er í kanningini 2,8 proenststig.

Niðanfyri sæst úrslitið av veljarakanningini. Fyrstu tølini eru vigað miðaltøl í Ritzau Index, meðan talið í klombrum er úrslitið av nýggjastu meiningakanningini, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritszau:

Javnaðarflokkurin: 30,8 prosent - 57 sessir (34,0 prosent – 63 sessir)

Radikali Vinstri: 8,6 prosent - 16 (7,9 prosent – 15 sessir)

Sosialistisk Fólkaflokkurin: 7,6 - 14 sessir (7,5 prosent – 14 sessir)

Eindarlistin: 7,4 prosent - 14 sessir (6,9 prosent – 13 sessir)

Alternativið: 1,1 prosent - 0 sessir (0,8 prosent – 0 sessir)

Reyði vongur tilsamans: 55,3 prosent - 101 sessir (57,1 prosent – 105 sessir)

Vinstri: 22,5 prosent - 42 sessir (21,8 prosent – 40 sessir)

Danski Fólkaflokkurin: 8,0 prosent - 15 sessir (7,7 prosent – 14 sessir)

Liberal Alliansa: 1,6 prosent - 0 sessir (1,2 prosent – 0 sessir)

Tann Konservativi Fólkaflokkurin: 6,7 prosent - 12 sessir (6,0 prosent – 11 sessir)

Kristindemokratarnir: 0,3 prosent - 0 sessir (0,0 prosent – 0 sessir)

Nýggjuy Borgarligu: 2,9 prosent - 5 sessir (3,0 prosent – 5 sessir)

Klaus Riskær Pedersen: 0,2 prosent - 0 sessir (0,0 prosent – 0 sessir)

Blái vongur tilsamans: 42,1 prosent - 74 sessir (39,7 prosent – 70 sessir)

Stram Kurs: 1,3 prosent - 0 sessir (1,4 prosent – 0 sessir)

/ritzau/