Stjórnarleiðarar vísa samkenslu fyri fraklendingum

Allur heimurin er í sjokk, nú eldur er í Notre-Dame

 

Stjórnarleiðarar og politikarar úr øllum heiminum eru komnir við almennum viðmerkingum um tragediuna við Notre-Dame í París, sum hevur staðið í ljósum loga seinastu tveir tímarnar. 

Theresa May, forsætisráðharri í Bretlandi, hevur víst sína samkenslu á Twitter í kvøld. Hon skrivar: "Mínir tankar eru við franska fólkinum og tilbúgvingini, sum stríðist við ræðuligu flammunum á Notre-Dame dómkirkjuni."

Donald Tusk, formaður fyri Evropeiska Ráðið, skrivar: "Vit eru øll við París í dag".

Nicola Sturgeon, fyrstiráðharri í Skotlandi, hevur sagt: "Hetta er veruliga skakandi. Ein mentanarlig tragedia - ikki bara fyri París og Frakland, men fyri allan heimin #NotreDame."

Donald Trump, forseti í USA, sigur eldsbrunan vera eina ræðuliga sjón. Hann kallaði Notre-Dame til ein av heimsins týdningarmestu bygningum. Hann kom eisini við sínum boði uppá eina loysn. Hann ráddi fraklendingum til at flúgva tangar við vatni í luftina og stoyta teir út yvir eldin.

Angela Merkel, týskur kanslari, sigur: "Okkara tankar eru við okkara fronsku vinum".

Fyrrverandi amerikanski forsetin, Barrack Obama, skrivar soleiðis á Twitter:

"Notre-Dame er millum heimsins størstu gimsteinar, og vit hugsa um franska fólkið hesa tíðina. Tað er natúrligt at syrgja, tá vit síggja søgu svinna burtur - men tað liggur eisini í okkum at endurbyggja í morgin, so væl vit kunnu."

Franski forsetin, Emmanuel Macron, avlýsti eitt tiltak í kvøld fyri heldur at møta upp við Notre-Dame. Hann skrivar á Twitter: "Tað er syrgiligt at síggja hendan partin av okkum brenna".

Skal endurbyggjast

Sløkkiliðið í París stríðist og stríðist við at fáa tamarhald á eldsbrunanum í Notre-Dame dómkirkjuni. Takið er burtur, vindeygu eru brostin, tornið er raplað niður, og eldurin logar enn. 

Sambært franskum miðlum hevur eldurin breitt seg til tey eyðkendu tornini við framsíðuna av Notre-Dame.

Bjargingarfólk hava megnað at bjarga fleiri av lutunum inni í søguliga bygninginum. Hóast nógv er brent niður og oyðilagt er ætlanin at endurbyggja Notre-Dame, sambært CBS News.

Les eisini: Notre-Dame í ljósum loga