Stjórnarlimir fáa kortini onga lønarhækkan

Danska stjórnin hevur avlýst ætlanina um lønarhækkan til stjórnarlimirnar upp á fimm prosent, sum annars stóð í fíggjarlógaruppskotinum til næsta ár.

Tað upplýsir Skattamálaráðið

– Flokkarnir í Fólkatinginum eru longu í gongd við at kanna, hvørjir eru røttu karmarnir fyri lønarviðurskiftini hjá politikarunum.

– Tí er tað eisini púra nátúrligt, at vit nú í fyrstu syftu tryggja, at stjórnarlimirnir ikki fáa lønarhækking. Vit bryja við at leingja lønarlækkingina í eitt ár, so vit hava góða tíð at finna eina varandi og rímuliga loysn skrivar Morten Bødskov skattamálaráðharri, í eini viðmerking.

Málið gongur aftur til 2010, tá Lars Løkke Rasmussen í sambandi við fíggjarkreppuna framdi eina fyribils lønarlækking hjá stjórnarlimum upp á fimm prosent.

Hetta varð longt fleiri ferðir, men stóð til at fara úr gildi í 2019.

 

/ritzau/