Stjórnin letur Danmark upp so líðandi eftir páskir

Danir skulu framhaldandi halda frástøðu, um samfelagið skal lata uppaftur eftir páskir.

Danmark fer varliga at lata upp eftir páskir, sigur Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, á tíðindafundi í kvøld.

Tað hevur tó ta treyt, at øll halda fram við at halda frástøðu, vaska hendur og ikki hittast í stórum bólkum, sigur hon.

Tað er júst ein vika síðani, at forsætisráðfrúan á tíðindafundi legði upp til, at Danmark fór spakuliga at lata upp eftir páskir.

##med2##

– Tó eg stóð her fyri eini viku síðani, gjørdu vit eina avtalu: Um tølini fyri innleggingar við korona fóru at ganga rætta vegin, og um fólk hildu frástøðu, so kundu vit eftir páskir varliga og undir eftirliti lata Danmark uppaftur.

– Tað er álvarsamt, men tølini fyri innleggingar ganga enn rætta vegin, sigur Mette Frederiksen.

Tíðindafundurin varð hildin, eftir at hon fyrr í dag hevði kunnað flokkarnar í Fólkatinginum um ætlanirnar hjá stjórnini um at lata landið uppaftur. Hon leggur dent á, at tað er stjórnin, sum stendur fyri ætlanini at lata uppaftur.

– Flokkarniar á Fólkatkingi eru kunnaðir, men tað ætlanin hjá stjórnini, sum verður løgd fram í dag, sigur hon.

Tað er eftir tilmæli frá heilsumyndugleikanum, at latið verður uppaftur, sigur forsætisráðafrúan.

Heilsumyndugleikarnir hava sagt, at tað er »gagnligt og ráðiligt at fara undir at lata upp«, sigur hon.

##med3##

Fakligi stjórin í Statens Serum Institut Kåre Mølbak sigur, at tann líðandi upplatingin er grundað á »eitt matematiskt model«.

– So vit vita, at heilsuverkið ikki hoknar. Men tað hevur nakrar týdningarmiklar treytir. Vit skulu halda ávísingarnar um at njósa í ermuna og vaska hendur. Vit skulu halda fram við at ansa hvør øðrum. Annars er vandin fyri, at vit koma inn í ta reyðu kurvuna, sigur Kåre Mølbak.

Sjálvt um Danmark so líðandi letur upp, so vera framvegis avmarkingar í fleiri mánaðir vegna koronafarsóttina, sigur Mette Frederiksen.

– Vit skulu halda fram við at vaska hendur, hosta í ermuna og vera heima, tá vit hava ein farra av sjúkueyðkennum.

/ritzau/