Størri frælsi til familjunar

Í einari tíð, har alt skal ganga so skjótt og effektivt sum gjørligt, og alt fokus er á búskaparvøkstur, er eisini stórur vandi fyri at familjurnar koma undir trýst.

Seinastu árini eru húsaprísirnir øktir nógv, og tíðin, sum foreldur brúka í arbeiðslívinum fyllir alsamt meira, og tí er ofta lítil tíð til at røkja familjuna.

Tí vil Sjálvstýri seta frælsari karmar fyri familjuna, so familjan í størri mun kann velja hvussu tey leggja lívið tilrættis og styrkja um familjuna.

Børnini eru okkara dýrgripir, og tí skulu vit eisini geva teimum bestu fortreytir heima við hús og tá ið tey fara á dagstovn. Tí siga vit í Sjálvstýri, at vit vilja hava minimumsnormering á dagstovni, so foreldur kunnu kenna seg trygg við at lata barn sítt á stovn.

Harafturat vilja vit eisini seta lata upp fyri størri fleksibiliteti í barsilskipanini, so foreldur hava størri sjálvræði.

Nú skal fokus setast á familjuna og børnini!

Síggj meira her:

##med2##

Størri frælsi til familjurnar